Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tey, ið ætla at sýna fram listaverk á árligu ólavsøkuframsýningini hjá Lions í Müllers Pakkhúsi, hava enn nakrar dagar at boða frá luttøku

og sum vanligt, miðar Lions Club Tórshavn eftir at hava eina stóra og fjølbroytta framsýning í Müllers Pakkhúsi.

Ofta hevur verið gravgangur eftir at sleppa við, og tí heldur Lions seg til leistin, sum hevur verið seinnu árini, at hvørt listafólk kann í mesta lagi hava trý verk við á framsýningini.

Freistin at boða frá luttøku á ólavsøkuframsýningini er mikudagin 24. juli, og tað kann gerast á www.facebook.com/lionstorshavn. Listaverkini, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi hósdagin 25. juli millum klokkan 16 og 18.

Sum vanligt, fer ágóðin av framsýningini óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap, og verður í næstum kunngjørt, hvør skal fáa ágóðan av ólavsøkuframsýningini 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo