Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mortan Poulsen, økisformaður í Lions Club í Føroyum, handaði umboðunum frá Bláa Krossi Føroya, Alisu Hammer og Dakko Petersen, tær 50.000 krónurnar frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti

Mortan Poulsen, økisformaður í Lions Club í Føroyum, handaði umboðunum frá Bláa Krossi Føroya, Alisu Hammer og Dakko Petersen, tær 50.000 krónurnar frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti

Mortan Poulsen, økisformaður í Lions Club í Føroyum, handaði umboðunum frá Bláa Krossi Føroya, Alisu Hammer og Dakko Petersen, tær 50.000 krónurnar frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti

Ágóðin frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti er nú handaður Blá Kross-átakinum “Øll hava rætt til góð barnaár”, og gjørdist talan hesaferð um tilsamans 50.000 krónur frá Lions Club.

– At vit fáa stuðul frá privatfólki, felagsskapum og øðrum er tað, ið heldur okkara virksemi uppi. Vit eru á fíggjarlógini við eini stuðulsjáttan, men hon megnar slett ikki at bera arbeiðið hjá okkum.

Tað sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari hjá Bláa Krossi Føroya, ið varðar av átakinum “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum í ár fekk ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti, sum hesaferð var 50.000 krónur.

– Trý ársverk eru knýtt at “Øll hava rætt til góð barnaár”, ið hjálpir børnum og ungum, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsdrekka ella rúsevni fylla ella hava fylt ov nógv í heiminum, sigur hon.

– Vit hava bólkatilboð til børn og ung, og beint nú hava vit sjey bólkar, sum fevna um nøkur og 40 børn og ung. Aftrat tí arbeiða vit við foreldrunum og familjunum samlað, umframt at vit veita einstaklingasamrøður. Og alt hetta ber altso bara til, tí vit møta góðvild ymsastaðni.

Kapping og vælgerð
Stórsteypadystirnir eru dystir, ið hava tvinni endamál. Annað er at skjóta ávikavist hondbólts- og fótbóltskappingina í gongd, og hitt er at fáa til vega pengar til eitt vælgerðandi endamál.

Tí eru hesir dystir altíð samstarv millum Lions Club í Føroyum og ávikavist Hondbóltssambandið og fótbóltssambandið.

Fyri triðju ferð á rað er upphæddin frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti løgd saman, tí tá er størri møguleiki at stuðla við eini upphædd, ið veruliga kann gera mun.

Hesa ferð er talan um ágóðan frá dystunum um Lionsbikarið í hondbólti, hjá kvinnum Kyndil-H71 og hjá monnum H71-VÍF, og stórsteypadystirnar í fótbólti, hjá kvinnum KÍ-NSÍ og hjá monnum HB-NSÍ.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo