Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Annfinnur Heinesen tekur við sum nýggjur forseti í Lions Club Tórshavn eftir forsetan hetta seinasta árið, Jógvan Emil Nielsen

Annfinnur Heinesen tekur við sum nýggjur forseti í Lions Club Tórshavn eftir forsetan hetta seinasta árið, Jógvan Emil Nielsen

Annfinnur Heinesen tekur við sum nýggjur forseti í Lions Club Tórshavn eftir forsetan hetta seinasta árið, Jógvan Emil Nielsen

Forsetaskifti hevur verið í Lions Club Tórshavn, sum hevur 54 ár á baki og er elsti Lions-klubbur í landinum. Skipanin við forsetasessinum er tann, at eingin kann sita sum forseti meira enn eitt ár, og tí er forsetaskifti fastur táttur á hvørjum ári.

Á seinasta regluliga fundinum fyri summarfrítíðina plagar forsetaskifti at vera í Lions Club Tórshavn, og tað var tað eisini á fundinum herfyri, har Annfinnur Heinesen tók við stafettini, eftir at Jógvan Emil Nielsen hevur røkt forsetasessin síðani í fjørsummar.

Nýggi forsetin hevur havt eitt ár til at fyrireika seg til uppgávuna, tí skipanin er soleiðis, at komandi forsetin fyrst situr eitt ár sum varaforseti, so hann er klárur at taka uppgávuna á seg. Hóast forsetaskiftið er fyri summarsteðgin, er tað tó formliga ikki fyrr enn eftir summarfrítíðina, at Annfinnur Heinesen tekur við álitissessinum.

Nevndin í Lions Club Tórshavn sær annars soleiðis út hetta næsta árið: Annfinnur Heinesen er forseti, Kim Petersen varaforseti, Jógvan Emil Nielsen farni forseti, Jóan Petur Hentze skrivari, Poul Geert Hansen kassameistari, Rasmus Magnussen kveikjari og Petur Elias Petersen klubbavørður.

Seinni í hesum mánaðinum, á ólavsøku, verður eitt av størru árligu tiltøkunum hjá Lions Club Tórshavn, sum er stóra listaframsýningin í Müller Pakkhúsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo