Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tórshavnar kommuna: - Tórshavnar býráð vil skapa karmar, ið gevur okkara listafólkum møguleika fyri at vaksa og blóma. Hetta er eisini endamálið við hesum báðum framsýningarstøðunum. Nýggju sýnisgluggarnir skulu stuðla upp undir tað virðismikla skapandi arbeiði, ið listafólk menna hvønn dag í árinum.

Gunvør Balle beyð Kára Svenssyni vælkomnum í Perluna, sum nú eisini verður karmur um listaframsýningar saman við Auluni.

- Hølini í Perluni og í Auluni fara vónandi at birta enn meira undir hugin hjá listafólki at skapa og sýna fram, legði Gunvør Balle aftrat.

Framsýningin hjá Kára Svenssyni er opin í dag friggjadag kl. 16 til 19 og seinasti møguleiki at síggja framsýningina og ogna sær eitt av verkunum er í morgin leygardagin frá kl. 14 til 18.

Lista fólk kunnu søkja um at sýna fram í Perluni ella í Auluni á torsgota.fo har serligt umsóknarskjal verður fylt út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo