Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Klaksvíkingar vóru glaðir fyri húkin. So glaðir, at teir noktaðu at akta tilmæli frá Landsverki um at taka hann burtur, tí hann var ein vandi fyri ferðsluna. Fyri ikki at tala um nógv listafólk sum hildu hann vera bart út ljótan, og at hann átti at verið tikin burtur bara av teirri orsøk.

Og nú nakrir dagar eru gingnir síðani nýggja standmyndin av Nykinum á Sørvágsvatni var avdúkað, og nógv lovorð hava verið at hoyrt, eru eisini atfinningarsamar røddir at hoyra.

- Hetta er negativ branding fyri landið, skrivar Kim Simonsen, sum javnan er frammi í kjakinum og sigur sína hugsan um eitt nú skaldskap og list. Kim kallar nykin 'kitsj' og heldur, at Listafólkasamband Føroya (LISA) átti gjørt okkurt fyri at upplýst kommunur, sum "uppá henda mátan brúka 'ikki blástemplaði' lokal listafólk sum seta húkar og nú nikar upp", sum Kim Simonsen sigur á sínum facebookvanga.

Fleiri taka undir við honum, eitt nú Ole Wich, listamaður, sum eisini javnan er frammi í kjakinum. Hann spyr, hví vit ikki kunnu hava nýmótans standmyndir í almenna rúminum.

- Hetta er tað sama sum, at vit ikki hava annan tónleik í Føroymum enn kvæði og aðrar oldnordiskar vísir og fólkasangir, sigur hann og heldur tað vera pínligt.

Fleiri eru tó sum vera man rúkandi ósamd og siga, at talan er um eitt sera sømiligt listaverk sum er komið at standa við flúgvarabedingina.

Og so er eisini onkur sum nevnir, at Nykurin nú eftir øllum at døma ger tað, sum list skal gera, nevniliga skapa eitt kjak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo