Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Aftur í ár verður fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina. Fernisering verður páskaaftan kl. 15, og framsýningin er opin fram til og við 2. páskadag.

Tey, ið sýna fram, eru borgarar og onnur, sum hava sínar røtur ella sín bústað í Eysturkommunu. Bólkurin av listafólki er støðugur, og tað er gleðiligt at síggja, at ung leggjast afturat. Framsýningin verður sett leygardagin kl.15, og Høgni Lisberg fer at framføra nøkur løg.

Listafólkini hesaferð eru:
⦁    Annika Zacharia Beell
⦁    LUDVIG - Dagmar L. Mouritsen
⦁    Jens Klæmint Jacobsen
⦁    Bjørg í Djónastovu
⦁    Erla Jarnskor Ellingsgaard
⦁    Tummas Jákup Thomsen
⦁    Lise-Lotte B. Vindelbo
⦁    Joy Ann Simonsen
⦁    Emely Marnersdóttir
⦁    Oluffa Klæmintsdóttir

Tey flestu hava sýnt fram áður her í nærumhvørvinum, men onkur kring alt landið og uttanlands við. Framsýningin spennir sera vítt frá náttúru- og djóramyndum í ymiskum stílum, stilleben, keiputekningum  heilt til mixed-media og sci-fi kenda list.

Ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Framsýningin er opin hesar dagarnar um páskirnar
3/4 - páskaaftan      15:00 -20:00    Fernisering
4/4 – páskadagur    15:00 -20:00
5/4 - 2. páskadagur 14:00 -18:00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo