Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

NÁM: Mikudagin 16. mars í ár fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum.

Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum tey gera. Háskúlin fer eisini at hava framsýning í Námi henda sama mikudag, sum er í viku 11. Framyvir er ætlanin at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendska skúlanum.

Endamálið við ListaMelduri er at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist. Eitt endamál er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað, umframt at kveikja og geva íblástur til skapandi virksemi í skúlunum.

- Vit fegnast um væleydnaða tiltakið og stóru undirtøkuna í fjør. Hóast Føroyar bert hava verið við einaferð, er okkara luttøka lutvíst hin størsta í Norðurlondum. Og tað er bara okkara ágrýtnu lærarum fyri at takka, sigur Henny Dánialsdóttir, sum er ráðgevi í handaverki og list í Námi.

- Um tit gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit, byggja eitt fuglahús, tøva eitt landslag, ella mála ein heilan húsaveg, er púra upp til tykkum. Einki er ov stórt, og einki er ov lítið, sigur Henny.

Fyri at vera við, skulu tit fyrst hava eina flaggkapping á skúlanum. Tit skulu finna eitt flagg at umboða tykkara skúla. Flaggið er tilmeldingin til ListaMeldur.

Vegleiðingina til flaggkappingina finna tit her:

https://listameldur.com/listameldur-2022/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo