Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í ”Degi og viku” varð nógv gjørt burturúr, at Jenis landsstýrismaður ikki vildi stuðla einum filmi fíggjarliga, tí orðalagið í filminum var heldur ófantaligt.

Filmskøn taka als ikki undir við Jenisi, tí listarliga frælsið skal ikki skerjast. Danskur filmskønur helt avgerðina vera burturvið.

Í sending í almenna útvarpinum vóru løgnar flenniviðmerkingar um avgerðina.

Og so býráðið!?

Sverre Patursson letur gomlu einkjuna í stuttsøguni ”Gull” siga hesi orð um børnini: ”Aldri mugu tey spilla munnin við bannan ella illbønum”.

Øðrvísi tíðarandi?

Sjálvandi skulu ungir spírar stuðlast, men tað má kunna bera til ”at gera list” við einum heldur hampiligari orðavali, sum er meir hóskandi fyri børn (og vaksin).

E.S.: KORONA ER IKKI VÆLSIGNAÐ!

Havi ofta hoyrt hesi orðini: ”So kom handan vælsignaða koronan”. Sjálvt um hatta kemur undir gamalt orðalag, so áttu vit heldur at brúkt okkurt ógvisligari (neiligari) orð um krúnukrímið.

á Borg í vetrarsól 2020

við illbønaleysari jólakvøðu
Eyðun á Borg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo