Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fríggjadagin 12. august kl. 17.00 verður fernisering í Listastovuni í Miðvági av hugtakandi framsýningini ‘Bittersweet’, ið Jana Jonhardsdóttir og Mia Smith sýna fram.

Til ferniseringina fer Lyon at spæla nakrar góðar tónar saman við orkestri, og okkurt leskandi verður at fáa til vitjandi.

23. juni bleiv felagið Listastovan sett á stovn og hetta er fyrsta tiltakið, ið nýggja nevndin stendur fyri. Nevndin vónar at framsýningin verður væl móttikin, av bæði lokalum í økinum, og avbygdarfólki.

Serstaka framsýningin er gjørd júst til hetta høvið, og kann tí ikki upplivast aðrastaðni.

Hetta er ein framsýning full av kontrastum. Á yvirflatuni eru listaverkini hjá hesum báðum kvinnum so ymisk, sum nakað kann verða. Verkini hjá Janu, sum ofta eru stór og svørt-hvít, standa í øgiligum kontrasti til teir lítlu pastellittu figurarnar, ið mynda verkini hjá Miu. Men grevur ein eitt sindur djypri, byrjar ein kortini at síggja eitt samband knýtast millum hesar listakvinnur.

Báðar kvinnur, ið ávikavist eru 34 og 29 ár, eru uppvaksnar í Føroyum og starvast fakliga innan grafiskt design. Báðar hava tær ein sera naknan og erligan framferðarhátt, ið gevur teirra verkum eina ónoktiliga megi á hvør sín serstaka hátt.

Framsýningin er ókeypis.

Opið er 12 – 25. august:
Mánadag til fríggjadag kl. 15–17
Leygardag og sunnudag kl. 13–17

Adressa: Gummaldagøta 2, Miðvágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo