Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Krabbameinsfelagið: Í dag fekk Krabbameinsfelagið handað trý listaverk, sum listafólkini Guðrið Poulsen, Joel Cole og Tróndur Patursson hava gjørt til landsinnsavningina ”Føroyar móti krabba” 27. mars.

Talan er um trý sera spennandi og fjølbroytt listaverk frá trimum av okkara dugnaligu listafólkum. Verkið hjá Guðrið Poulsen er ein standmynd úr leiri, Joel Cole hevur gjørt eina standmynd úr viði og basalti, og Tróndur Patursson hevur málað ein málning.

Listaverkini verða sýnd fram í Norðurlandahúsinum og verða seld á uppboðssølu, sum byrjar í dag og endar leygarkvøldið 27. mars kl. 22.00.

Soleiðis bjóðar tú
Til ber at bjóða upp á listaverkini longu nú, og tað verður gjørt við at ringja á telefon 200300. Uppboðstelefonin svarar mánadag til fríggjadag frá kl. 8 til 16. Leygardagin 27. mars ber til at bjóða upp á listaverkini í tíðarskeiðnum kl. 19.00 til 22.00, tá sendingin ”Føroyar móti krabba” verður send í sjónvarpinum.

Ásett er eitt lægsta boð fyri listaverkini. Tey eru hesi:

• Standmynd hjá Guðrið Poulsen - 5.000 krónur
• Standmynd hjá Joel Cole – 5.000 krónur
• Málningur hjá Tróndi Patursson - 20.000 krónur

Viðmerkjast skal, at listaverkini hava eitt hægri søluvirði enn ásetta lægsta boðið.

Inntøkurnar frá uppboðssøluni fara til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum at hjálpa sjúklingum og avvarðandi, ráðgeva, upplýsa og veita stuðul til gransking. Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga listafólkunum fyri stuðulin.

Til ber at síggja listaverkini i Norðurlandahúsinum frá í dag 18. mars til leygardagin 27. mars kl. 17.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo