Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

VIsit Runavík: Á heysti í 2016 tók Bygdarfelagið i Elduvík avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varðveita søgnina um marmennilin. Nevndin fór beinavegin til verka, og varð fyrsta takið at fáa listarmann at átaka sær uppgávuna at gera eina standmynd, ið lýsir søgnina um marmennilin. Tíðliga í 2017 játtaði Hans Pauli Olsen at gera standmyndina, sum skal stoypast úr bronsu við einum sokkli úr basalti ella granitti. Á sumri í 2017 kom Hans Pauli við einum sera spennandi hugskoti.

 Í sambandi við at Mentanrvika er í Runavíkar kommunu sleppur almenningurin at hoyra um hesa listaverkætlan. Hans Pauli Olsen, listamaður, fer at greiða frá um tankar og hugskot í sambandi við listaverkætlanina. Harumframt fer Martin Joensen at framføra nøkur løg.

Á skránni verður kunning um gongdina. Ásfinn Sigvardsen fer at varpa ljós á søgnina og søguna um Marmennilin. Marjun Niclasen, leiðari á Visit Runavík, fer at greiða frá um ferðavinnuna í økinum og Maria Jacobsen úr Forna, um gransking av søgnini um Marmennilin. Sum umboð fyri Runavíkar kommunu fer Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at siga nøkur orð.

Tiltakið er ókeypis og verður í kvøld 23. apríl kl 19.00 í Elduvíkar kirkju.

Aftaná verður fiskasúpan og kaffi at fáa í skúlanum. Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo