Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vit eru 10 fólk, ið hava játtað at stilla upp til kommunuvalið tann 8. november. Summi roynd og summi óroynd í kommunalpolitikki, men øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og við vilja og áræði til at seta nakað munagott í verk, sum allir borgarar í kommununi fáa ágóðan av.

Vit eru ikki ónøgd við okkara kommunu, men vit bjóða okkum fram, tí at vit ætla at arbeiða víðari við tí, ið skjøtil er settur á og við at seta fokus á øki, ið hava ligið fjald ella burturgloymd. Vit hava aðrar prioriteringar, okkara arbeiðssetningur er: meira gjøgnumskygni, meira demokrati, meira trivnað.

Vit skulu øll trívast í Sørvági, Bø, Gásadali og Mykinesi.

Sørvágs kommuna skal fáa tað orð á seg, at her er gott at búgva, tí her geva øll sítt íkast, og øll lyfta í felag.

Vit vilja:
Styrkja samskiftið við borgaran og tryggja størri gjøgnumskygni.

Hava størri fokus á integratión, so at øll skulu kenna seg vælkomin og fáa møguleika at taka lut í bygdalívinum á jøvnum føti.

Taka størri atlit til smáu bygdirnar í kommununi.

Styrkja samstarvið millum báðar kommunurnar í oynni.

Skapa bestu karmarnar fyri svimjing, fótbólti, fimleiki, kappróðri og flogbólti. Dagføra svimjihøllina og fimleikarhøllina, so at serlig tilboð eru til børn og eldri.

Seta trivnaðarsamskipara í starv, sum í egnum hølum og í samráði við borgaran stuðlar upp undir og skipar fyri tilboðum til børn, ung og eldri.

Gera og dagføra byggisamtykt og bygdaætlan fyri alla kommununa, herundir at seta í verk útstykkingarætlan fyri sethús beinanvegin, fríðka og varðveita gomlu bygdaløgini, laga grótgarðar upp og gera ætlan fyri at endurnýggja og virðisøkja neystini.

Styrkja ferðavinnuna við ætlanum, sum taka fyrilit fyri náttúru og djóralívi og stuðla nýhugsan innan ferðavinnuútboð. Gera flúgvarabedingina til góðkent kampingarøki, fáa alment vesi í Bø.

Gera langtíðar fíggjarætlan, har vit raðfesta íløgur, sum eru týdningarmestar fyri borgaran, skapa góðar karmar fyri vinnuni og harvið betra um trivnaðin í kommununi.

Kanna viðurskiftini hjá barnafamiljum og seta í verk ábøtur, ið kunnu styrkja korini hjá teimum.

Halda fram við skipan og dagføring av havnaøkinum í Sørvági og Bø!

Geva gomlum fleiri valmøguleikar, tað veri seg viðvíkjandi frítíðartilboðum, at styrkja seg kropsliga og við at avseta øki til íbúðir og eldrasambýli á høgligum stað.

Gera ætlan fyri felags handils- ítróttar- og mentanardepli í Brennuni!

Hava fyrilit fyri umhvørvinum, gera ruskplássið ókeypis at brúka, gera møguleikarnir fyri skiljing av ruski størri.

Listi A til kommunuvalið í Sørvágs kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo