Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað búgva fleiri fólk uttanfyri Runavík enn tað búgva í Runavík. Listi B, sum væntandi hevur umboð úr allari kommununi fer óivað at fáa minst 5 býráðslimir og møguliga fáa teir meirilutan.

Listi A er almannakunngjørdur. Fyrr hava verið 3 listar. Hesaferð verða bara tveir. Tað broytir myndina sera nógv.

Matematikkin í at fáa størsta listan og fyrstvalda kommunustýrislimin
Tað skulu veljast 11 umboð í Runavíkar kommunu. Til meiriluta krevjast tí 6 kommunustýrislimir. Seinast fekk listi A 8 og hinir listarnir fingu 3

Um listi B og C stillaðu upp saman, so fingu teir 4 býráðslimir og ikki tríggjar, sum teir fingu seinast. Hesaferð ljóðar at menn eru komnir væl áleiðis við hesum. Sostatt er matematikkin broytt munandi hesaferð.

Nú startar listi B við 4 valdum, tí vit vita at tey atkvøða lokalt á Skála og í Søldarfirði. Og um tey stilla væl upp, kunnu tey kanska enntá fáa tilsamans 3 vald á Skála og 2 vald í Søldarfirði. Og tað er uttan valevnir í Runavík.

Men aftur til matematikkina. Fyri at fáa meiriluta skal listi B hava 2 umboð uttanfyri Skála og Søldarfjørð, svarandi til uml. 400 atkvøður.

Tað kann saktans lata seg gera at finna 10 valevnir í Runavík og aðrastaðni við, sum fáa tilsamans 400 atkvøður. Og tað er púra óhugsandi, at teir ikki fáa 200 atkvøður umframt tað sum var seinast. Tí er greitt, at Listi B fær minst 5 býráðslimir, faktis líka mikið hvønn teir stilla upp. 

Tí verður valið ivaleyst rættuliga áhugavert. Hetta ger jú eisini, at listi B verður eitt alternativ.

Skipan av býráðið og val av borgarstjóra
Vanliga verður fyrst valdi kommunustýrislimurin borgarstjóri. Hesaferð kann tað gerast øðrvísi.

Tað er meira enn sannlíkt, at onkur á lista A tekur av um listi B bjóðar borgarstjórasessin afturfyri at stinga hini á lista A í rygging, um A fær 6 og B 5 kommunustýrislimir.

Tað hendir hvørja ferð í Havn og av og á í Klaksvík.

Tobbi er ikki so galin
Gamaní er Tobbi harligur í orð og talu. Fyri ikki at tosa um tá ein traðkar hann á halan.

Men at 9-10 fólk bakka, bara tí tey vænta at hann sigur okkurt, eiga vit ikki at lasta Tobba fyri. Tá er also rættuliga galið við hinum 9-10, sum lata standa til.

Fólk, sum møta á býráðsfundi og ganga sum flongdir hundar, fyri síðan at goyggja í familjuføðingadegi og aðrastaðni og síðan aftur fara á fund og aftur ganga sum flongdir hundar, áttu helst at brúkt tíðina betri.

Men heldur enn at finna hurðina, bjóða tey seg fram enn einaferð.

Fær listi B fimm býráðslimir og bjóðar onkrum á Lista A at gerast borgarstjóri, er sannlíkt at onkur á lista A tekur av um listi B bjóðar borgarstjórasessin afturfyri at stinga hini á lista A í rygging.

Tað hendir hvørja ferð í Havn og av og á í Klaksvík. So hví ikki í Runavík?

At fólk sum ikki dáma Tobba stilla upp á sama lista sum Tobbi, væl vitandi at Tobbi sannlíkt fær nógv flestar atkvøður á listanum, ger ikki sannlíki fyri kongamorði minni.

Øll vistu áðrenn hvussu Tobbi var. At hann sigur sína meining um Heimafrið og útbyggir havnaøkið í einari og somu vending, styggir tey, sum hann longu hevur stygt burtur.

Men hini sum ynskja meira aktivitet á havnalagnum gleðast.

Tí er rættuliga ósannlíkt at nakar yvirhálar Tobba. Serliga nú so nógv valevnir verða úr Runavík.

Tað undrar meg sera nógv, at tey, sum ikki dáma Tobba eru á sama lista sum Tobbi og nú verða við til at Tobbi mest sannlíkt aftur verður borgarstjóri. Sannlíkindi fyri kongamorði eru tí stór.

At fólk sum ikki dáma Tobba stilla upp á sama lista sum Tobbi, væl vitandi at Tobbi sannlíkt fær nógv flestar atkvøður á listanum, ger ikki sannlíkindini fyri kongamorði minni.

Tað er so lítið skil í hesum, at tað avgjørt kann henda, at Listi A fær meiriluta og Listi B bjóðar Tobba borgarstjórasessin, tí hini á Lista A ikki vilja hava Tobba til borgarstjóra.

Spennandi verður valdagin.

Men tað verður ikki minni spennandi dagarnar aftaná.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo