Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru lidnar. Tikin verða vanliga 100 hál á ein tíma, men í ár viðraði so illa, at bert 91 hál vórðu tikin. Nøgdin av toski var munandi minni enn í fjør.

 

Ein orsøk kann vera, at toskurin var seinur á veg til gýting og hevði ikki savnað seg enn á gýtingarøkjunum, har hann lættliga kemur í trolið.

 

Toskurin var rak í mun til onnur ár og var orsøkin helst, at lítið var til av nebbasild og hvítingsbróðri, sum er týdningarmikil føði hjá toski. Hinvegin var nógv at fáa av hýsu og eisini øðrum fiskasløgum so sum hvítingi, longu og havtasku.

 

Eins og onnur ár var sera lítið til av kalva, trantkongafiski og stóra kongafiski.

 

Les meira við at trýsa her.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo