Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Skonkistøðini gjødu ikki eftir boðunum ella ynskjunum hjá myndugleikunum, men tað gjørdu gestirnir og hildu seg burtur úr náttarlívinum síðstu nátt.

Í gjár heitti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á skonkistøðini um at halda á og ikki lata upp aftur fyrr enn 1. februar, tá givið verður leyst aftur. Tilmælið nú er at hava opið minst møguligt fyri at tálma smittuni við korona. Men náttarlívið í Havn boðaði eisini í gjár frá, at latið verður upp aftur nú, og opið var tí sum vanligt síðstu nátt.

Men lítið av fólki var í býnum, frættist av politistøðini í Havn. Og tí kundi verið líkt til, at hóast opið er, so hava fólk bert lítlan ella avmarkaðan hug til at fara í býin at vera saman við nógvum øðrum fólkum, nú smittan gongur so herviliga.

Ein onnur orsøk kann hava verið, at veðrið var vánaligt og tí ikki beinleiðis eggjaði fólki til at fara út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo