Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bill Justinussen
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Funningsfjarðarvegurin

Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at brúka tær 4,75 mió. krónurnar, sum eru játtaðar til Funningsfjarðarvegin í ár?

2. Nær verður vegastrekkið breiðkað og til fulnar dagført sambært ætlanum landsstýrismansins?

3. Nær verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið, sum neyvt ásetir kostnað og tíðarætlan fyri umrødda vegastrekki umframt eisini vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði?

4. Hvussu stórur er metti kostnaðurin av at til fulnar dagføra og breiðka umrødda vegastrekki, heruppií eisini vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði?

5. Nær verður alt arbeiðið boðið út í almennum útboði, so verulig ferð kemur á arbeiðið og tað kann gerast liðugt innan rímiliga tíð?

Viðmerkingar:
Tað hevur gingið meiri enn striltið at fáa til vegar játtan at breiðka og dagføra vegastrekkið til Funningsfjarðar, sum gongur frá høvuðsvegnum Millum Fjarða og allan vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði.

Vegastrekkið er fyri stóran part ein einsporaður vegur við nøkrum fáum víkiplássum.

Dagliga koyra stórir og tungt lastaðir lastbilar eftir vegnum. Harumframt er nógv ferðsla við bussum, sum koyra við ferðafólki til vælumtóktu ferðamálini Elduvíkar, Funnings og Gjáar; umframt dagligu persónbilaferðsluna, sum stendst av vaksandi virkseminum í økinum.

Í Funningsfirði er alivirksemi hjá Bakkafrosti, taraaling hjá Ocean Rainforest og plattaframleiðsla til allan føroyska fiskaútflutningin. Elduvík, Funningur og Gjógv eru vældámd ferðamál hjá bæði føroyskum og útlendskum ferðafólki. Umrødda vegastrekki er høvuðsæðr til alt hetta virksemið.

Løgtingið hevur sett 4,75 mió. kr. av til at breiðka og dagføra umrødda vegastrekki á fíggjarlógini í ár. Lítið og onki er gjørt fyri hendan pening higartil í ár. Nú stendur heystið fyri durum og síðani veturin.

Tað er undranarsamt, at onki er gjørt í summar fyri hendan pening, sum Løgtingið hevur játtað. Løgtingið er evsti myndugleiki og tí má roknast við, at landsstýrismaðurin og Landsverk halda seg til tær ætlanir, sum Løgtingið hevur á økinum.

Á Løgtingi, 23. september 2021
Bill Justinussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo