Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Lítla Dímun hevur verið fræls frá danakongi í nærum 170 ár, og hvalbingar kundu ikki droymt um at latið hana av hondum aftur. Tí hevur tú fingið smakkin av frælsi, leitar tú ikki aftur í ófrælsi, segði Magni Arge m.a. í røðu á Lítlu Dímun í gjár

Hon er kallað gimsteinurin í sjónum, og tá tú siglir fram við henni, sær tú hví. Lítla Dímun líkist einum gimsteini, serliga tá hon skyggir summargrøn í sólini, og havið runar stillisliga við hennara klettar.

Kennir tú onki til hennara søgu, skuldi tú ikki trúð, at her var gangandi, tí oyggin er ein av teimum brattastu í Føroyum.

Men lesur tú søguna um hana, verður tú hugtikin. Her í oynni hevur verið alt annað enn deydligt farnu øldirnar. Her hava hvalbingar og sandvíkingar rikið seyð, fleygað lunda og sigið eftir eggum, og samstarvið um røktina var og er fyrimyndarligt.

Eitt annað helt serligt við Lítlu Dímun er, at hon er fyrsta og einasta føroyska oyggin, sum higartil hevur tikið loysing og er púra leys av danakongi.

Uppboðssøla um oynna

Forsøgan til hesa stórhending var, at amtmenn vóru um ein háls av suðuroyingum, sum samdust so illa um røktina av oynni fyrru helvt av 1800-talinum. Kongur átti tá Lítlu Dímun, og takið var at fáa menn úr ymsum bygdum í Suðuroy at semjast um, nær teir kundu fara í oynna, og hvussu teir skuldu bera seg at í oynni.

Avtalurnar hildu ikki altíð, og stundum fóru menn til hendurs um fleygasessir. Burtur úr bardøgunum komu rættarmál. Ímillum ósemjurnar lógu donsku embætismenninir - bæði fútar, dómarar og amtmenn. Tað var ikki bara lætt. Heldur ikki tá, mundi eg sagt, og kom at hugsa um sakina herfyri um orðadrátt í bergholinum. Hon endaði við, at rætturin staðfesti, at suðringar meina tað ikki altíð so harðliga, sum tað verður sagt.

Í 1850 hendi so tað, at Jóhan Mortensen av Tvøroyri beyð sær til at keypa Lítlu Dímun frá kongi. Carl Emil Dahlerup, sum tá var amtmaður, lá ikki leingi á boðunum. Hann vildi fegin selja, so hann slapp undan at taka støðu til ósemjurnar um oynna.

Men hvalbingar settu føtur í spenni, tí teir vildu ikki, at ein tvørámaður skuldi keypa gimsteinin út fyri Hvalbiarfjørð undan teimum. Skuldi oyggin seljast, skuldi tað vera á uppboði, so eisini teir fingu ein kjans.

Dahlerup hevði ikki annað val enn at játta, tí hvalbingar vóru støðufastir um spurningin, og uppboðssøla um Lítlu Dímun varð so hildin í Skálum 24. august í 1850.

Leingi var spenningurin stórur um úrslitið, meðan uppboðssølan var, men at endað sigraði felags átakið hjá hvalbingum at keypa oynna.  4.820 ríkisdálar kostaði hon, sum var risastór upphædd tá.

Og soleiðis bar tað til, at sama ár, sum danska grundlógin var farin at virka, gjørdu hvalbingar ikki mætari enn, at teir í felag keyptu Lítlu Dímun undan kongi og Jóhan Mortensen til egna nýtslu.
 
Við framfýsna átakinum gjørdust 48 hvalbingar og nakrir sandvíkingar eigarar í Lítlu Dímun við hálvari gyllin í part, og á jøvnum føti sluppu teir at troyta oynna. Her róku teir seyð, her fleygaðu teir lunda, og her sigu teir eftir náta- og lomvigareggum.

Oyggin ikki vandaleys
Men vandaleyst var ongantíð at vera í Lítlu Dímun ella fyri tann skuld at sigla fram við henni.

Vanliga vóru teir heila viku í senn í oynni, tá teir fleygaðu lunda. Onkur maður er fallin í oynni, og tann seinasti fall í 1897, tá hann gleið út av tromini við Hellið. Tummas Thomsen æt hann. Síðan hevur tílík vanlukka tíbetur ikki verið í oynni.

Fyri júst 100 árum síðan, í 1918, sigldi danska skonnartin, Caspar, á land á Garðstanga, og seks mans máttu bjarga sær upp á oynna. Teir lógu skipbrotnir á oynni í heili 17 samdøgur. Teir ótu tveir seyðir og ein fugl, meðan teir vóru her, og á tann hátt yvirlivdu teir so dánt.

Tá Caspar fór á land, herjaði fyrri heimsbardagi, men tá menninir illa á holdum komnir vóru komnir á Tvøroyri, frættu teir, at kríggið av. So leingi høvdu teir verið burtur frá sivilisatiónini.

Eisini í nýggjari tíð hevur Lítla Dímun roynst monnum ein avbjóðing. Eitt nú, tá 37 mans gjørdust veðurfastir í Lítlu Dímun í 1964. Pláss var ikki fyri øllum monnum í Hellinum hesa køldu ódnarnátt, so tá vóru góð ráð dýr.

Niels Pauli í Giljum, sáli, sum var formaður í oynni, hevur greitt frá, at teir drupu trý lomb, so teir ikki skuldu sita svangir hesa náttina, og sjálvur legði hann seg uttan fyri Hellið at fáa hvíld. Men har var kalt at liggja, so blund fekk hann ikki í eygað.

Allon Næs, sum nú um dagarnar setti spakan í svørðin til nýggja Hvalbiartunnilin saman við Henriki Old, hevur nevnt, at náttin var bæði ring og køld. Men tíbetur eydnaðist at fáa allar menninar avaftur oynni í øllum góðum.

Sama skil var í 1988, tá 10 mans lógu veðurfastir í oynni í tvey samdøgur, og Róin Schrøter – ein av ídnastu eigarunum í oynni – fór eftir høvdinum niður í ein gummibát í ringum veðri. Eisini hjá honum spældi væl av, og tað hevur komið oynni væl við síðan, tí annars var helst ongin fólkafundur í dag.

Harðir  hálsar í útrás
Nú veit eg frá øðrum søgum, at hvalbingar vóru hugaðir at fara í útrás, tí tippoldurabbin, Andrass Mortansson, sum keypti og bygdi Argir í 1828, var av Hólalagnum í Hvalba.

Abbasynirnir fóru undir stórt verk at høgga og evna til bygningar, bryggjur, brýr, minnisvarðar og annað burtur úr føroyskum gróti.

Teir vóru nakrir harðir hálsar. Elsti bróðurin, Jákup Andrias, sum stílaði fyri, misti tað mesta av vinstru hond, tá eina løðing brast í hana. Seinni rakti eitt splintur annað eygað, so hann misti sjónina, og hann mátti gevast við byggiarbeiðinum, tá ein stórur klettur fall á fótin og kappaði hann av. Tá tók Jampan, sum hann varð kallaður, við øðrum uppgávum at stíla fyri umsitingarliga og hava eftirlit.

Hann var eisini fyri øðrum størri óhappi, tá hann bygdi húsini í Rættará. Teir stóðu á einum stilladsi, tá ein stórur steinur slitnaði úr endanum, og Jampan kom at standa undir. Har brotanðu fleiri rivjabein, hol kom á høvdið, kjálkabeinið brotnaði í fleiri støðum, allar tenn loysnaðu, og fleiri duttu út. Jampan fall sum vera man í óvit.

Teir bóru hann niðan til einsamalla læknan, sum ikki var so vanur at seta saman slík brot. Hann gjørdi tí ikki mætari enn at senda boð eftir beiggja Jákup Andrias, sum var urmakari, og bað hann taka amboðini við, so teir kundu spjálka høvdið saman aftur.

Jampan læt ikki munnin upp næstu tveir mánaðirnar, men kom fyri seg aftur og helt fram at byggja úr gróti.

Bera víðari fedranna arv

Mangar eru dramatisku søgurnar úr Lítlu Dímun, men søgan um Lítlu Dímun er ikki bara ein søga um dramatikk. Hon er eisini søga um ídni og samstarv og ein fyrimyndarlig søga um, hvussu eitt ættarlið fyri og annað eftir ber fedranna arv víðari til næsta ættarlið.

Í heimshøpi er hesin burðardyggi hugburður settur á skrá í høvuðsborgini hjá ST, tí øll heimsins lond hava ásannað, at vit mugu røkka einari burðardyggari javnvág millum menniskja og náttúru bæði í dag og í tíðum, sum koma, skal næsta ættarlið fáa somu møguleikar sum vit.

Í Dímun fara eigararnir í felag út eftir slakti, sum hvalbingar siga, og teir býta úrtøkuna so kristiliga millum sín.

Tá teir fleygaðu lunda, skipaðu teir seg eftir eini rullandi skipan frá juni til august, so eigararnir skiftu millum ymsu sessirnar, tí úrtøkan kundi vera ymisk frá ári til ár í ymsu sessunum. Men tá lítið var til av lunda, so fekk hann frið.

Tá teir koma á Hvalba við seyðinum, selja teir eisini nakrar seyðir á uppboðssølu. So tey, sum siga, at tað er nakað nýtt at selja tilfeingi úr náttúruni á uppboðssølu, hava ikki heilt rætt.

Hugtakandi er eisini, hvussu væl ymsu ættarliðini semjast og bera arvin víðari í Lítlu Dímun. Her eru ungir dreingir, menn í bestu árum og eldri menn við, tá teir søkja oynna, og allir vita, hvør teirra uppgáva er. Tí her gerst onki, um samstarvið ikki er gott.

Søgan um lívið í Lítlu Dímun kann vera øllum Føroyum til fyrimyndar. Her í oynni ber ikki til at vera sjálvsøkin, tí eigaraviðurskiftini eru felags, og samvinna krevst fyri at fáa sum mest burturúr. Í tí liggur eisini natúrliga virðingin fyri javnvágini millum menniskju og nattúru, so úrtøkan eisini kann berast heim til høldar í framtíðini.

Frælsa oyggin gongur undan
Myndin av Lítla Dímun minnir um hana, sum útlendingar hava av Føroyum. Av meginlandinum eru oyggjarnar nakrir kargir klettar, sum vónleyst tykist at vera at lívbjarga sær á. Eftir øllum vanligum marknaðarpolitiskum reglum er tað praktiskt ógjørligt.

Men føroyingar hava prógvað so ruddiliga, at tað ber til. Vit hava ment eitt gott og nýmótans samfelag, sum virkar fyri, at øll fáa lut í vælferðini, og at ongin skal detta niðurímillum. Vit skunda undir vinnumenning, geva vitan víðari millum ættarlið og stremba eftir at vera sjálvbjargin.

Mangan vóru búskaparligu rásirnar smalar, sum føroyingar gingu, og onkuntíð hava vit verið áhaldsin, men altíð hava vit fótað okkum aftur, tí vit hava onki annað val. Hetta er okkara heim, og hetta er heimið, sum vit hvønn dag mugu byggja.

Á einum øki er Lítla Dímun tó væl framman fyri restina av Føroyum. Oyggin hevur, sum eg nevndi, verið fræls í nærum 170 ár, og hvalbingar kundu ikki droymt um at latið hana av hondum aftur. Tí hevur tú fingið smakkin av frælsi, leitar tú ikki aftur í ófrælsi.

Ogna okkum landið til frama fyri alt fólkið
Enn hava vit ikki tikið við fullum ræði í egnum landi, men í løtuni gongur tað búskaparliga skjótt tann vegin. Av samlaðu útreiðslunum til føroyska vælferð er danski blokkstuðulin farin niður um 10 prosent, og samanborið við okkara bruttotjóðarúrtøku á 20 milliardir er blokkstuðulin bara 3,5 prosent.

Føroyar hava ongantíð verið ríkari og sjálvbjargnari enn nú.

Sett er út í kortið, at vit skulu samtykkja okkara egnu stjórnarskipan og fáa staðfest okkara sjálvsavgerðarrætt. Hetta merkir bara, at vit siga, at evsta vald í Føroyum er hjá føroyska fólkinum. Tað rokni eg við, vit øll eru samd um, og tí eiga vit við stórum meiriluta at fáa samtykt stjórnarskipanina.

Eisini í tí málinum kunnu vit hava hvalbingar og Lítlu Dímun sum fyrimynd. Teir tóku av, tá høvið beyðst at ogna sær Lítlu Dímun, og tað eydnaðist, tí tey stóðu saman og samdust.

Hvalbingar vístu vegin, hvussu samstarvast kann um felags dýrmæta ogn, og vóru ósemjur, hildu teir grannastevnu at gera av, hvussu fram skuldu farast. Í søguni um Lítlu Dímun finst tí alt, sum einum landi tørvar – sunt demokrati, rættvíst býti av tilfeinginum, samstarvshugur, kærleiki til heimstaðin og fremst av øllum stríðsvilji og arbeiðshugur.

Góðu hvalbingar – tit gingu undan! Nú er eftir, at vit allir føroyingar gera sum tit. Ogna okkum landið og røkja tað til frama fyri alt fólkið!

Magni Arge

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo