Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

LÍV: Árið byrjaði friðarligt, men tíðindaflutningurin snúði seg einamest um korona restina av 2020. Í mars lækkaðu partabrøvini nógv, tó høvdu búskaparlig tiltøk og hjálparpakkar við sær, at partabrøvini hækkaðu nógv og skjótt í apríl.

LÍV hevur eina skipan, ið er lívslagað, sum merkir, at íløgurnar eru gjørdar við atlit til hvussu stutt er eftir til eftirlønaraldur hjá kundanum.

Myndin niðanfyri vísir avkastið hjá kundum við marknaðarrentu, sum høvdu ávikavist 30, 15, 5 og 0 ár til eftirlønaraldur.

##med2##

Kundar hjá LÍV, sum høvdu ávikavist 15 og 0 ár til eftirlønaraldur, høvdu eitt avkast á 5,2% og 1,7% í 2020.

Støðan í mars var ein onnur, tí tá var talan um eina afturgongd á -8,1% hjá teimum kundum, sum høvdu 15 ár til eftirlønaraldur. Tað kann tykjast ørkymlandi, tí óvissan er stór. Tó hevur LÍV eina íløgusamanseting, sum inniheldur fleiri íløguflokkar við tí endamáli at spjaða váðan.

Seinastu árini hevur LÍV arbeitt miðvíst við at tillaga sína íløgusamanseting við atlit til kundan, og tað hevur havt eina positiva ávirkan á 2020. Hetta arbeiðið heldur fram í 2021.

LÍV fer at skifta kjarnuskipan í 2021. Í tí sambandi fara kundarnir seinni í 2021 at fáa møguleikan sjálvir at velja váðaprofil. Tað hevur verið ein eftirspurningurin frá kundunum, og við nýggju skipanini verður tað møguligt. LÍV fegnast um at kunna ganga hesum ynski frá kundunum á møti.

Eisini verður ein nýggjur kundaportalur mentur í sambandi við nýggju kjarnuskipanina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo