Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Eik Banki: Lív Egilsdóttir Olsen og Mortan Absalonson Østerø fingu 15.000 krónur í part sum ískoyti til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgving.

Lív lesur Forvaltning á Roskilde Universitets Center og fer í næstum í starvsvenjing á føroysku sendistovuni í Brússel, meðan Mortan, sum lesur MSc Global Development á Københavns Universitet er ávegis til Tanzania í lestrarørindum. 

Jean Djurhuus, undirstjóri í Eik Banka, handaði Lív prógv uppá legatið á lítlari samkomu á Ungdómsdeildini hjá Eik týsdagin 10. januar.

Mortan er uttanlands og kundi tí ikki vera við til handanina. Hann er tó sera fegin um at hava fingið legatið og sigur soleiðis í telduposti:

"Hetta eru heilt ótrúliga góð tíðindi! Eg er ógvuliga fegin um, at Eik hevur gingið mær umsóknini á møti, soleiðis, at tað ikki verður mær ein fíggjarligur bági at fara á kanningarferð í Tanzania.

Tað er eitt frálíkt átak hjá Eik at lata peningaligan stuðul, og eg haldi at fleiri stovnar og feløg áttu at bjóða føroyskum lesandi somu møguleikar at søkja sær stuðul til slíkar ferðir ella skiftislesnað í útlandinum. Nú kann eg av álvara byrja at gleða eg meg at sleppa til Tanzania í februar!"

Somuleiðis fegnast Lìv um at hava fingið kr. 15.000 sum ískoyti til uttanlandsuppihald sítt í Brússell.

Hon var øgiliga glað um at hava fingið Eik legatið, sum ger tað møguligt at fokusera uppá tað fakliga heldur enn at hugsa so nógv um, hvussu tað skal hanga saman fíggjarliga, tá man fer uttanlands.

Eik legatið er partur av CSR arbeiðnum hjá Eik Banka og verður latið tvær ferðir árliga til tveir umsøkjarar hvørja ferð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo