Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

LÍV: Gongdin í virðisbrævamarknaðinum í 2021 varð merkt av høga avkastinum á partabrøvum. Hóast nøkur lond høvdu búskaparligar avbjóðingar vegna korona, so hevur strimbrandi penga- og fíggjarpolitikkurin havt við sær, at stórur eftirspurningur hevur verið eftir partabrøvum.

Tað merkti tíðindaflutningin seinni helvt av 2021, at kjakast varð um, um inflasjónin var fyribils ella varandi. Ein fyribils inflasjón kundi hava við sær, at prísvøksturin varð avmarkaður á ávísum økjum. Ein varandi inflasjón kundi hava við sær, at allar vørur hækkaðu og eisini fór at síggjast aftur í krøvum frá løntakarum, tí keypiorkan viknar, sum eisini hevur ávirkan á úrslitini hjá fyritøkunum. Seinastu tíðina hevur verið borið fram, at inflasjónin er varandi, millum annað tí amerikanski tjóðbankin hevur sagt, at marknaðurin skal rokna við hækkandi rentum, ið er eitt mótspæl til hækkandi inflasjónina.

Tá hugt verður eftir teimum ymsu íløgubólkunum, so táttaði íløguavkastið í partabrøvum í 25% fyri 2021. Hinvegin so hevur lága rentustøðið við sær, at avkastið fyri lánsbrøv var áleið -0,25% fyri 2021. LÍV bjóðar eina lívlagaða marknaðarskipan, har íløgusamansetingin tekur atlit til aldurin hjá kundanum. Ein kundi, sum hevur 15 ár til eftirlønaraldur, fekk í 2021 eitt avkast á áleið 9,7%.

Seinasta árið hevur LÍV arbeitt við einum útboði av íløgunum, so finnast kunnu teir bestu røktarar fyri ymsu íløgubólkarnar. Avtalur verða gjørdar í fyrru helvt av 2022. Tá fáa kundar hjá LÍV, ið hava marknaðarrentu, møguleika at velja váðaprofil.

LÍV væntar, at omanfyri nevndu átøk fara at gagna viðskiftafólkum okkara, og at tað fer at økja um framtíðar avkastið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo