Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Livar Nysted á Facebook í gjár: 6 ár í dag, síðan mín góði vinur Stuart og eg løgdu frá landi úr Australia. Eg kendi ikki Stuart serliga væl, áðrenn vit skuldu tað longu leið, um Indiska havið, við einum lítlum árabáti. Tað var ein spennandi ferð og vit gjørdist sera góðir vinir.

Fyri nøkrum døgum síðan, kom Stuart heim aftur til London, eftir at hava verið uppi á Mount Everest.

Eg hevði eitt prát við Stuart dagin eftir at hann var afturkomin, hann lat illa at túrinum. Fleiri fólk doyðu í ár og ein sum var í ferðalag við Stuart kom ikki omanaftur.

Stuart segði, at hann var rættiliga væl fyri kropsliga, verri var við Sherpa'inum. Tá teir vóru nakrar metrar frá toppinum, fall sherpa'in hjá Stuart í óvit. Fult av fólki var rundan um teir, men eingin hjálpir tær har uppi, øll gingu framvið og lótust ikki um vón. Vanligi framferðarhátturin har uppi er, at tú mást klára teg sjálvur.

Stuart segði at hann vildi ikki ríma frá honum og royndi at fáa lív í hann aftur. Aftaná eina løtu, kom Stuart at hugsað um, at hann hevði eina sproytu ímóti hæddarsjúku uppi á sær. Hann rendi sproytuna í sherpa'in og vónaði tað besta. Tá ein løta var farin, kom eitt sindur av lívið í hann. Men nú vóru góð ráð dýr. Skuldi hann ríma frá honum og ganga teir seinastu metrarnar niðan á toppin? ella skuldi hann royna at hjálpa Sherpa'ini? Hann valdi tað seinna.

Aftaná 22 tímar, við tógvi stríð, eydnaðist tað Stuart at koma so mikið langt oman, at maðurin var komin úr tí ringasta vandanum.

Tað verður ofta sagt, at fólk í seta sær sum mál, at koma niðan á Everest, ella rógva um eitt hav, eru nakrir egoistar, tja, í ein vissan mun, passar tað vist nokk, men Stuart valdi at seta sítt egna ego til viks, fyri at hjálpa einum í lá fyri deyðanum, og tað er akkurat soleiðis eg kenni hann. So í mínari verð, kom Stuart væl upp um toppin av Everest handan dagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo