Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tey renna fyri lívinum undan neyðini í vón um eina bjartari framtíð. Dreymurin um eina betri tilveru er væl kendur í søgu og skaldskapi. Ófriður, harðskapur og týning ger tað torføra valið lættari. Einki at gera er at velja deyðan, ella velja lívið í deyðans forgarði.

Flóttafólk seta í hesum døgum spurnartekin við vanahugsanina í norðurlondum. Umsorganin røkkur ikki veruliga til næstan ella fremmand flóttafólk. Tað persónliga rákið rekur inneftir og avmarkar sjónarringin.

Hin gylta reglan er djúptøkin. Hon er vøkur og torfør alt um eina leið. “Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.” (Matteus 7,12).

Um vit sjálv vóru flóttafólk, hvat vildu vit tá ynskt av teimum, ið sosialt og fíggjarliga eru væl fyri? Hvat ynskja tey neyðstøddu av okkum, ið hava sosialan førleika og fíggjarliga styrki?

Ætlanin er ikki at viðgera spurningin um flóttafólk. Tó, støðan úti í heimi elur ein annan spurning. Megna vit í tí heimliga at geva hvør øðrum grið og náðir at liva á virðiligan hátt út frá persónligum vali og egnari sannføring?

Øll kristin hugsan er sprottin úr tí veruleika, at trúgvin á Jesus hevur kveikt og lívgað. Hugsanin vellir úr kærleika Jesu Krists, og uttan kærleika hansara varð einki stórvegis. Ein prædikumaður kann ikki binda Jesus, leggja hann í fjøtur og úttala seg hansara vegna. Ístaðin kunnu vit vísa til Jesus, umboða og vitna um hann, so hin einstaki fær eina persónliga løtu við ásjón frelsarans.

Kristnin í Føroyum fer heldur lætt um fleiri etisk mál. Vit velja ávís øki úr rúgvuni og lata tey seta dagsskránna. Ta seinastu tíðina hevur tað verið álvarsmálið um hjúnalagið. Sakligt og virðiligt orðaskifti í góðum tóna er gagnligt, ikki minst um allir partar í málinum sita undir sama taki samstundis. Men skriftin umtalar ella nemur sanniliga onnur viðkomandi etisk mál, ið verða huld í tøgn og als ikki nevnd.

Lesturin í halgubók gevur vitan og innlit. Men tøgn valdar, um vit t.d. lurta eftir, hvat kristnin sigur

•    um fíggjarmál, vinning og rentu
•    um sosialmál, umsorgan og røkt
•    um arbeiðsgevara og arbeiðara
•    um diakoni og tænastu.

Tað var júst tað seinast nevnda, ið menti hesa andakt. Ein andakt er ein tekstur ella tala, ið fær okkum at hugsa og umhugsa. Júst tað er týdningurin av orðinum í sínum týska málbúna.

Bjarni Lenau Henriksen, ið er sjálvboðin prestur í Varðhaldinum í Horserød, talar í eini blaðgrein um diakoni.

“Eg skal alla tíðina halda fast við trúarinnar veruleika, at øll menniskju er sett í heimin av Guðs tilvitaða og skapandi vilja. Mannvirði er grundað á, at menniskjan er skapað og elskað av Guði. Spurnartekin skal als ikki setast við hetta virðið, heldur ikki í einum fongsli.” 1)

“Kristna menniskjasýnið er ikki góðtrúgvið og einfalt. Vituligt er, at óndskapurin er ein veruleiki. Men tað vikar ikki við sannleikan, at Guð við kærleika stendur aftanfyri skapanarverkið. Tað varð staðfest, tá ið sonur Guðs varð menniskja og livdi kærleikans lív til ytsta mark. Ja, varð avrættaður av myndugleikunum við skipaðum harðskapi, – teimum sum týna lív, sum teimum lystir. Jesu deyði er hæddarpunktið í sáttargerð Guðs, tá ið hann samhaldsfastur gjørdi seg til eitt við tann ófullkomna, miseydnaða og ómøguliga skapningin.” 1)

Síðan sipar presturin til kendu orðini hjá Kaj Munk (1898-1944): “At vitna er ikki ein trúfrøðilig útsøgn, ið er avmarkað til prædikuna. At vitna um Guð er fremst av øllum, at vit liva okkara lív soleiðis, at lívið hjá øðrum menniskjum verður dýrabart og at tað góða í teimum verður styrkt.” 1)

Tað er ein álvarsom kristin uppgáva at vera medmenniskja. Tað er lívsins stóra endamál, at alt okkara lív er í tænastu Jesu Krists menniskjum til signingar. Verja hin veika og tæna menniskjum, hóast tað kostar átalu og minni vøkur orð, tí vit sita við lið teirra, ið eru fallin í synd ella eru øðrvísi.

Í tí presturin dagliga trýnir inn í Varðhaldið, biður hann bønina hjá danska skaldinum Halfdan Rasmussen (1915-2002): “Gev mær ta trúgv, ið ikki søkir lívd”. Sipað verður til trúarinnar dirvi, at vit eru hjástødd og sita við lið teirra, ið kenna lívið svárt t.d. verjuleys og forfjónað, sum stútt og støðugt eru í andgletti.

Gev mær ta trúgv, ið ber heim í Guðs ríki og gagnar menniskjum ávegis. Ta trúgv, ið einans søkir sær lívd í Jesusi Kristi. Amen.

Orðið: “Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans.” (Sálmur 91,1).

Heimild: 1) Bjarne Lenau Henriksen er fyrrverandi leiðari í Kirkens Korshær í Danmark. Kirken i Dag nr. 2 / juni 2015.

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo