Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Samkoman Lívdin er flutt í egnan, nýggjan samkomubygning í Hoyvík og bjóðar í hesum sambandi øllum at verða hjartaliga vælkomin á gátt. Í døgunum 26.-29. august verður opið hús við fleiri ymiskum tiltøkum fyri børn, ung og vaksin. 26. august er samstundis dagurin, tá Lívdin kann hátíðarhalda sín 20 ára stovningardag.

Fyri gott 20 árum síðani byrjaði virksemi í Samkomuni Lívdin við at fólk savnaðust heima við hús til húsbólkakvøld við sangi, andaktum og bønarløtum. Sunnudagin 26. august 2001 hevði Lívdin so fyrsta almenna møti sítt í leigaðum hølum í Virkishúsinum Virkni. Eftir nøkur ár har flutti samkoman virksemi sítt í Hoyvíkar Skúla í nøkur ár, og síðstu áleið 10 árini hava møti og sunnudagsskúli verið hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Nú er alt virksemið hjá Lívdini flutt í egnan samkomubygning við Vegin Langa í Hoyvík, har áleið 200-300 fólk savnast regluliga. Samkoman hevur skipað virksemið í nógvar ymiskar tænastur frá sunnudagsskúla, møtifyrireiking til forbønartænastu. Frammyvir verða nógv betri karmar og umstøður at røkja hesar tænastur, nú nýggi samkomubygningurin verður tikin í nýtslu. Samkoman ynskir, at allir hoyvíkingar, ja allir føroyingar, skulu kenna seg vælkomnar í Lívdina.

Nýggi samkomubygningurin
Samkoman yvirtók grundøkið sjálvt fyri 20 árum síðani, sum gáva frá Ebenezer. Bygningurin, sum nú stendur liðugt bygdur er 1852 fermetrar í tveimum hæddum. Bygningurin, ið hevur ein stóran sal við sera góðum ljóðviðurskiftum til bæði talur, sang og tónleik, kann sessa upp til 850 fólk. Selmar Nielsen, arkitektur, hevur teknað nýggja bygningin, sum samkoman av álvara fór undir at byggja fyri átta árum síðani. Umframt nakrar arbeiðstøkur hjá dugnaligum byggifyritøkum, hava limir í samkomuni gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði. Av tí at stórur partur av arbeiðnum er sjálvboði, er ilt at siga hvat kostnaðurin av byggingini í roynd og veru hevur verið. Arbeiðstøkurnar og tilfar er alt fíggjað við gávum og lántøku.

Almenna móttøkan í Lívdini
Vikuskiftið 26.-29. august verður boðið øllum á gátt til opið hús við nógvum ymiskum tiltøkum. Sí skránna fyri dagarnar á heimasíðuni livdin.fo ella fylg Samkoman Livdin á sosialu miðlunum fyri nærri kunning.   Burtur úr rúgvuni kann nevnast, at hósdag og fríggjadag millum kl. 14-16 er opið fyri almenninginum, og øll eru hjartaliga vælkomin á gátt til eina rundvísing og ein góðan drekkamunn.

Fríggjakvøldið frá kl. 20 verður almenna hátíðarhaldið í samband við innflytingina. Á skránni fyri kvøldið er nógvur góður tónleikur, samrøður og hugleiðingar. Aftaná hátíðarhaldið verður drekkamuður.

Jógvan minti á miskunn Guds á fyrsta møtinum
Í takksemi fyri góðu umstøðurnar í nýggja bygninginum minti Jógvan Zachariassen í taluni á fyrsta sunnudagsmøtinum í nýggja salinum, samkomuna á at geva Gudi æruna, tí tað er av Guds stóru miskunn at hetta ber til.

Øll talan kann hoyrast á YouTube-kanalini hjá Lívdini: https://www.youtube.com/watch?v=mMtK2kuJMA4

Øll eru altíð hjartaliga vælkomin á gátt í nýggju Lívdini við Vegin Langa!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo