Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Liverpool hevur púra óvæntað leikt seg í finaluna í Champions League, eftir at liðið í kvøld vann 4-0 á FC Barcelona í seinna hálvfinaludystinum í kappingini.

Fyrri dysturin ímillum liðini bæði í Spania endaði við 3-0 til heimaliðið, og við Salah og Firmino uttanfyri vóru tað ikki mong, fyri ikki at siga eingin, sum trúði nakað serligt uppá, at onglendingarnir fóru at leika seg í finaluna.

Men tað gjørdu teir, og sæð yvir tveir dystir var tað so avgjørt uppiborið. Liverpool spældi sera væl í Katalonia og hevði ikki uppiborið at tapa 3-0, meðan FC Barcelona var serstakliga tannleyst og tamt á Anfield í kvøld.

Georginio Wijnaldum og Divock Origi skutu tvey mál í part fyri teir reyðu.

Støðan í hálvleikinum var 1-0 til heimaliðið.

Í finaluni hitta onglendingarnir antin Ajax Amsterdam ella Tottenham Hotspur.

FC Barcelona má hinvegin ásanna, at felagið annað árið á rað hevur mist eina lutfalsliga trygga leiðslu frá fyrra dystinum í knockout partinum av kappingini. Í fjør vann Barcelona 4-1 í fyrru fjórðingsfinaluni ímóti AS Roma og tapti 3-0 á útivølli, og í ár var tað so Liverpool, sum vendi 0-3 til 4-3.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo