Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Tjóðsavnið søkir eftir lívfrøðingi til Sjódjóradeildina at byrja 1. oktober 2022.

Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og fjølbroyttar og fevna millum annað um at røkja søvn, skipa fyri innsavning, framsýningum, skráseting og miðlan.

UPPGÁVUR
Endamálið hjá Sjódjóradeildini er, at savna og varðveita djór og aðrar náttúrugripir, umframt at granska í okkara náttúru og miðla hesa vitan í breiðum týdningi m.a. gjøgnum framsýningar hjá Tjóðsavninum. Tínar arbeiðsuppgávur eru at:

- røkja djórasøvnini (ryggleys dýr, fiskar og havsúgdýr)

- skipa fyri innsavning og sjálv/ur vera við í praktiska arbeiðinum

- skráseta gripir í skrásetingarskipanum (MS-Access og Specify)

- granska í tilfari, sum hevur við starvsøkið at gera

- taka ímóti lutum og at senda til viðskiftafólk

- standa fyri pørtum av framsýningini í Brekkutúni

- gera og at standa fyri at fáa lutir gjørdar til framsýning

- miðla djóralívið í Føroyum m.a. við framsýningum og útgávum

FØRLEIKAR
- hægri útbúgving í lívfrøði

- evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert kreativ/ur

- góð miðlanarevni

- góð samstarvsevni og ert ágrýtin

- koyrikort

Arbeiðsøkið á Sjódjóradeildini fevnir um øll sjódjór, men serligur dentur verður lagdur á føroyskt havøkið. Av praktiskum ávum fevnir arbeiðið mest um makro- og megafauna.

Av tí at arbeiðsøkið er víðfevnt, er neyðugt at tú ert smidlig/ur í mun til starvsøki. Ætlanin er, at tann ið verður settur skal útbúgva seg innan konserveringsøkið eftir tørvi (skeið og seravtalur um upplæring).

LØNAR- OG SETANARTREYTIR
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Arbeiðsstaður er hølini hjá Tjóðsavninum í Kaldbak.

FLEIRI UPPLÝSINGAR
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella herleifh@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.

UMSÓKNIR
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum, skulu sendast sum PDF-skjal til savn@savn.fo

Umsóknafreistin er mánadagin 23. mai 2022


Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Tjóðsavnið varðar eisini av myndugleikauppgávum í sambandi við onnur søvn í landinum, mentanarsøgulig skip og friðing av fornminnum og bygningum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo