Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin 100 ár á baki, og í hesum sambandi hevur Frants Jensen, journalistur, Fuglafjørður, skrivað sera forvitnisliga bók.

Bókin gevur lesaranum eitt søguligt yvirlit, frá byrjan og heilt til okkara dagar. Nomið verður við íðin undangongufólk og virkin tænastufólk gjøgnum tíðirnar, eins og forvitnisligar hend-ingar. Arbeiðið byrjaði í Suðuroy, men breiddi seg um alt landið við sjómansstovum og sjó-mansheimum. Sjómansmissiónin fylgdi eisini við føroyskum fiskimonnum til Íslands, Grønlands, Bretlands og Danmarkar. Soleiðis er ein høvuðstráður gjøgnum bókina, at arbeiðið støðugt hevur verið lagað til broyttu umstøðurnar hjá serliga fiskimonnum okkara.

Bókin kemur eisini inn á brotið eftir seinna heimsbardaga, tá sjómansmissiónin fór í tvíningar. Í nýggjari tíð hevur ein høvuðstáttur verið at vitja umborð á skip og bátar í Føroyum,

umframt mongu sjómanskvinnuringarnir kring landið. Allir hesir tættir verða lýstir í bókini. At enda eru stuttar samrøður við sjómenn í dag, um hvat teir halda um sjómansmissiónina.

“Lívgað sjófólk í eina øld” er 214 blaðsíður, við hópin av forvitnisligum myndum, bæði svart/hvítar og í litum. 

Seinni í september og í oktober skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri seks hugnakvøldum um landið, og tá verður bókin eisini løgd fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo