Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Heimskendi professarin í havfrøði og burðardygd Kathrine Richardson tekur lut á ráðstevnuni um ”ST heimsmálini og Føroyar” í Norðurlandahúsinum í  morgin.

Á ráðstevnuni leggur hon fyri í tí partinum, sum snýr seg um havið og lívið í havinum.  Hon heldur, at fatanin av burðardygd og umhvørvi er nógv ment síðani  áttatiárini,  og fer millum annað at røða um, hvørja ávirkan hendan fatanin hevur á okkara nýtslu av tilfeinginum í havinum.

Amerikanska Kathrine Richardson er professari í livfrøðiligari havfrøði á lærda háskúlanm í Keypmannahavn og stendur á odda fyri granskingardeplinum ”Sustainability Science Centre”.

Kathrine Richardson er limur í serligari fimtan manna nevnd, sum næsta ár skal lata ST aðalskrivaranum eina frágreiðing og støðumeting um, hvussu tað líður at fremja tey 17 burðardyggu heimsmálini. Frágreiðingin ”the Global Sustainability Development Report” verður síðani viðgjørd á ST aðalfundinum í 2019.

Katherine Richardson dugir væl at siga hugtakandi frá tí hon fæst við og tosar á norðurlendskum.

Ráðstevnan ST heimsmálini og Føroyar verður í Norðurlandahúsinum fyrrapartin í morgin fríggjadagin 23. februr og byrjar  kl. 08.45.

Tað kostar onki at taka lut og øll eru vælkomin.

Vertur fyri tiltakinum er Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi.

Skráin fyri ráðstevnuna sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo