Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hjartafelagið skipar fyri almennum fyrilestri við danska granskaranum Ann-Dorthe Zwisler um endurvenjing av hjartasjúklingum.

Ann-Dorthe Zwisler er serlækni í hjartasjúkum, ph.d. og granskari. Hon hevur drúgvar royndir við gransking innan endurvenjing, og granskingarúrslit hennara hava eitt nú givið virðismikla vitan um endurvenjing av sjúklingum raktir av blóðtøppi í hjartað.

Á leið 200 føroyingar um árið verða hjartasjúkir og hava í størri og minni mun tørv á endurvenjing fyri m.a. at koma aftur í arbeiði. Í løtuni er tilboðið langt frá nøktandi.

Hjartafelagið hevur fyrr víst á, at endurvenjing av hjartasjúklingum er niðurraðfest í føroyska sjúkrahúsverkinum og tað í ein slíkan mun, at tað ikki longur kann góðtakast.

Felagið hevur boðið Ann-Dorthe Zwisler til Føroya. fyri enn einaferð at varpa ljós á týdningin av eini væl skipaðari og vælvirkandi endurvenjing fyri hjartasjúklingar.

Fyrilesturin, sum er almennur og ókeypis, verður 4. mai, kl. 19.00 á Hotel Hafnia. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo