Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Djúpt innan í mær hvílir sannføringin, at lívið er heilagt. Ómøguligt er tað at prógva, at sannføringin er sonn í einum verðsligum samfelag. Hóast heilagleikin ikki kann málast ella vigast, er sannføringin alt avgerandi fyri mítt lív og virki.

Øll míni avrik hava tilvitað ella ótilvitað sína byrjan í Guðs skapan í upphavi. Øll míni mistøk eiga at verða mett út frá, um samsvar er ímillum teori og praksis.

Almenningurin hevur rætt til at hava eina meining um tann fakliga leiklutin í kirkjuni og samfelagnum, tí undirritaði er ein almennur persónur. Í almenna rúminum mega vit tola rós og rís alla ta tíð, ið tosað verður um tað fakliga.

Yvirskipað eiga øll menniskju at vera spard fyri niðrandi persónligar viðmerkingar, ið fakliga eru óviðkomandi.

Onkuntíð lekur millum hugsjón og avrik. Tað er rættur hins einstaka at meta um fakligu avrikini hjá okkum, ið bjóða okkum fram sum leiðarar í samfelagnum. Tað almenna er alment.

Trinni lyklaorð staðfesta og avgera trúvirðið millum manna: At vit eru opin, ærlig og sonn. Tað er ein fortreyt, um verkið viðvarandi skal vignast.

Tað er rætturin hjá hinum einstaka og fakligum bólkum at taka lut í orðaskiftinum í almenna rúminum. Frælsi at hugsa sjálvstøðugt er virðismikið. Eyðvitað mega vit virða rættin hjá øðrum at bera fram onnur sjónarmið.

Har sjónarmiðini møtast og brótast, mega vit síggja klárt og royna at meta um tað sagda uttan at fara eftir persóninum.

Vit fegnast um, at politiski myndugleikin raðfestir tað menniskjansliga, hóast langt er á mál. Mín fatan er, at hin einstaka menniskjan eigur at vera aðalmálið hjá landsins myndugleikum. Vit mega síggja menniskjuna úr Guðs sjónarhorni.

Í eini almennari skipan mega vit hava møguleikar til individuella viðgerð. Óttin fyri at geva onkrum betri sømdir enn øðrum er køvandi. Tørvar onkrum meira enn tað vanliga, mega vit kunna gera undantøk frá meginregluni. Menniskjan er meira enn eitt tal í skipanini.

Menniskjan er krúnan av skapanarverkinum og verd alla umsorgan og røkt. Samfelagið eigur støðugt at menna almannaøkið og bøta um teir veikleikar, ið Kringvarpið við hepnari hond hevur gjørt sjónligar á skíggjanum.

Ábyrgdin er er ikki einans politisk. Ábyrgdin er eisini fólkslig. Vit, ið seta krøv til tann politiska myndugleikan við atliti at okkara egna málsøki, mega taka í egnan barm.

Í annars skilagóðum krøvum eiga vit frísku at minnast til heildina. Tey fíggjarligu krøvini til okkara yrki mega ikki darva teimum, ið serliga hava tørv á búrúmi og tólum, umstøðum og fakligari serviðgerð.

Tað er mín trúgv, at lívið longu í móðurlívi er heilagt. Tað er mín trúgv, at lív teirra veiku og gomlu er heilagt. Tað er mær ómøguligt at prógva at so er. Ei heldur kann eg til fulnar greina niðurstøðuna út frá einum vísindaligum sjónarhorni.

Hetta er mín kristna trúgv á Harran Jesus, ið vil øllum væl og gjørdi miskunnarverk í sínum jarðarlívi. Enn dagin í dag er hann ein hollur vinur og ráðgevi, – ja, lívið í gleði, sorg og deyða.

Í míni gudstrúgv er hetta sannleikin. Í virðing fyri øllum øðrum hava vit í einum fólkaræðisligum samfelag rætt til at bera okkara sjónarmið fram. Tað er eisini rætturin hjá øðrum at siga nakað annað ella vísa mínum sjónarmiðum aftur.

Mín andaliga sannføring er, at øll menniskju eiga rættin til eitt verdugt lív. Politiski myndugleikin fær eina tøkk fyri gjørdar ábøtur. Nú tað almenna økið skal endurskoðast, er tað mín vón, at tey, ið arbeiða innan røkt og umsorgan, fáa betri sømdir við atliti at starvstíð og umstøðum.

Svá vit løna teimum innan røkt og menniskjansliga umsorgan, svá meta vit virðið av teimum, tey starva ímillum og dugna.

Vit elska okkara gomlu og børnini, ið fingu eina avbjóðing í lívinum. Viðhvørt krevur lívið meira enn vit megna í tí heimliga. Vælsignaðar eru tær hendur, ið koma okkum til hjálpar. So ómetaliga gott, at almannaverkið torir at rista posan av nýggjum.

Lívið er heilagt, og tað er givið av Guði. Øll børn mega fáa javnbjóðis rættindi. Øll ung við avbjóðingum mega fáa hjálp, likamliga, sálarliga og andaliga.

Í almenna kjakinum verður sjáldan tala um andaliga røkt. Tað sær næstan út sum um, at vit blúgvast við máliskuna andalig umsorgan. Onkuntíð er tvørrandi andalig umsorgan avbjóðingin, ið menniskjan stríðist við.

Vit mega varpa ljós á mannvirðið teirra, ið bera likamlig ella sálarlig brek. Tey gera okkum lívið ríkt. Okkum, ið næstan gloyma at takka fyri heilsuna.

Vit mega lívga andan og skapa umstøður fyri teimum avvarðandi, har húskið fekk ein bundnan gerandisdag vegna sjúku ella avlamni.

Vit, ið ákalla Jesu navn, mega vera hendur frelsarans menniskjum til hjálpar og signingar. Vit mega umboða Jesus á jørðini hjástødd í nærveru.

Amen.

Orðið: “Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit.” (Sálmur 139,13-14).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo