Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síðani løgmaður 13. mars boðaði frá stórum inntrivi í gerandisdagin, hava føroyingar víst dirvi og hava tikið almennu tilmælini til sín. Tó eiga vit at taka í álvara, at fleiri føroyingar hesa tíðina ikki hava havt tað gott. Vit eru noydd til at finna góðar loysnir og reglur, sum fyribyrja einsemi og strongd hjá teimum, ið liva við avbjóðingum og teirra avvarðandi. Ikki, so støðan gerst ábyrgdarleys, men meira livilig.

 

Leiðbeiningar við ítøkiligum reglum

Almenu leiðbeiningarnar í sambandi við sosiala samveru eru framhaldandi m.a.: Verð helst heima, og savnast í minst møguligan mun í bólkum. Jú færri tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk. Hittist heldur uttandura enn innandura. Minst til altíð at halda frástøðu á tveir metrar. Hav gott hondreinføri, og hosta og njós í ermuna.

Eg veit ikki, um leiðbeiningarnar eru misskiltar, men eg hugsi, at her er pláss fyri virksemi, ið kann fyribyrgja einsemi og strongd.

T.d. kann áhugi vísast við regluligari heimavitjan av einum í frástøðu og góðum hondreinføri, vindeygapráti, uttandura práti í frástøðu, samtalum í telefon ella á netinum í bólki, borðspølum á FaceTime, boðum á Messenger, við sms ella einum telduposti, námsfrøðiligum tilboðum o.a.

Ymiskt er, hvønn tørv vit hava á sosialari samveru, men øllum tørvar okkurt slag av mennandi sambandi við onnur. Eingin tolir einsemi ella ein strongdan gerandisdag í longri tíð.

Við hesum í huga er vert at viðurkenna, at leiðbeiningarnar eru neyðugar, men kanska í ávísan mun misskiltar, tá ið fleiri kenna einsemi og strongd. Kann tað vera, at leiðbeiningarnar mangla ítøkiligar reglur fyri og uppskot, hvussu sosialt virksemi kann tillagast óbroytiliga sosiala tørvinum?

 

Fyribyrgja einsemi og strongd

Tað er neyðugt, at tey, ið frammanundan høvdu ábyrgd fyri at skipa gerandisdagin í ymisku almennu skipanunum, halda fram við tí – tillagað. Her hugsi eg um námsfrøðingar, lærarar og starvsfólk á øllum økjum, sum í løtuni ikki kunnu vera vanligt til arbeiðis.

Til dømis hava starvsfólk á eftirskúlanum Rásini hildið samband við næmingarnar, hóast skúlin er stongdur. Talan er um eina “ein til ein” skipan, har tey, við virðing fyri leiðbeiningunum, hava verið á heimavitjan, tey hava møtst uttan fyri heimið hjá næmingunum og gingið túrar í frástøðu. Eisini hava tey givið næmingunum onkra uppgávu at gera heima og vegleiðing hevur verið á Messenger. Har kunnu tey samskifta og senda myndir. Hetta hevur sjálvsagt verið til gleði fyri familjurnar.

Hetta er eitt dømi. Áhugavert hevði verið at hoyrt frá fleiri. Hvussu verður t.d. gjørt á serøkinum í barnagarði og fólkaskúlanum, í ymisku skúlatilboðunum og á serliga skipað miðnámi, á dagtilboðum, frítíðartilboðum og umlættingarstovnum, innan stuðulsvirksemi, í endurvenjingini, á eldraøkinum, á sambýlum og búfelagsskapum o.s.fr. Okkum tørvar góð ítøkilig hugskot, sum hóskandi áttu at komið til almenna myndugleikan og frá almenna myndugleikanum.

Vit skulu saman finna nøktandi loysnir í verandi avmarkingunum, so vit fyribyrgja einsemi og strongd hjá teimum, ið liva við avbjóðingum og teirra avvarðandi. Saman í frástøðu verður ongantíð besta loysn fyri sosialar verur, men kann gerast fragasta loysn beint nú.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo