Uppskot var um at koyra málið aftur í nevnd, men tað fall og við 3. viðgerð var uppskotið til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2022 einmælt samtykt.
Uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til at byggja húsarhaldskúla í Klaksvík (Hækka studningslánið og áseta stuðul til innbúgv og útbúnað) var eisini við 3. viðgerð einmælt samtykt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo