Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina heildarætlan fyri Karlamagnusarbreyt, sum skal liggja til grund fyri eini endaligari loysn í samstarvi við borgararnar í økinum.

Heildarætlanin varð løgd fram á kunningarfundi í Skúlanum við Løgmannabreyt í gjárkvøldið, har væl av fólki var møtt til fundar.

Birita Wardum, býararkitektur, legði fram heildarætlanina. Ætlanin byggir á talgildu borgaraluttøkuna, sum var herfyri, tá tað komu inn ikki færri enn 233 svar – 70 av teimum frá fólki, sum búgva við Karlamagnusarbreyt, hini frá fólki í grannalagnum og øðrum áhugaðum.

Birita Wardum vísti á størstu trupulleikarnar, sum eru gøtu- og gonguleiðir, vantandi parkeringsøki, vantandi fríøki til trivnað og ferðslan sum heild í økinum.

Sum heild varð framløgan væl móttikin, og hópur av nýggjum hugskotum komu inn, sum verða tikin við í arbeiðið at gera ítøkiligar loysnir.

Ónøgd var á fleiri økjum, eitt nú í sambandi við trygdina í økinum, serliga viðvíkjandi farleiðum til børnini. Her komu eisini fleiri uppskot inn, sum verða kannað og viðgjørd.

Annika Olsen, borgarstjóri, rundaði av og segði m.a., at høvuðshugskotið við kunningarfundinum var, at fólk nú fara at gera viðmerkingar til framløgdu ætlanina, so endaliga loysnin kann gerast so fullkomin sum gjørligt.

Fokusøkini við Karlamagnusarbreyt eru júst raðfesting av ferðslutrygd - tí livast kann ikki við verandi og ótolandi støðu – umframt parkering og trivnaðar- og spæliøki. Borgarstjórin visti á, at hóast at heildarætlanin enn verður viðgjørd, so er ætlanin at bøta um nøkur viðurskifti her og nú, og at peningur er settur av til endamálið.

---

Viðmerkingar kunnu skrivast inn beinleiðis á heimasíðuni torshavn.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo