Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lívsgóðskan er eins týdningarmikil og longdin av lívinum.

Eg, og nógv afturat mær, hava í nógv ár bíðað eftir, at vit í Føroyum fáa eina dagførda skipaða umsorgan av teimum doyggjandi.

* Umsorgan av doyggjandi fevnir um likamliga, sálarliga og kensluliga hjálp. Eisini sosial og andalig hjálp er kjarnan, tá tað kemur til umsorgan av einum doyggjandi.

* Umsorganin av tí doyggjandi eigur eisini at fevna um stuðul til tey avvarandi í breiðari merking.

* Umsorganin kann fara fram heima hjá tí doyggjandi ella í heimligum umhvørvi - einum hospice!

* Umsorganin fevnir um at minka um pínu og onnur árin, sum tann doyggjandi hevur. Endamálið er at viðkomandi kann liva so væl og pínuleyst sum gjørligt, so viðkomandi fær sum mest burturúr seinstu tíðini her á foldum.

Vit hava í dag eina deild (palliativa eind, tvær stovur) á LS, B6, sum tekur sær av teimum doyggjandi, sum eru innløgd og liggja til tað síðsta. Arbeiðið, sum B6 ger, er stóra æru vert og eg havi mangan staðið undrandi. Men krabbameinsætlanin frá 2009 hevur nøkur greið tilmæli. Tey eru:

* At Heilsumálaráðið tekur stig til at eftirmeta skipanina við palliativa toyminum og palliativu eindini við tí endamáli at bøta um palliativu tænastuna til sjúklingarnar.

* At Heimatænastan verður útbygd til at taka sær av heimabúgvandi sjúklingum við tørvi á palliativari røkt.

So hetta er ikki nýtt, og krabbameinsætlanin nevnir eisini, at heilt aftur í ár 2000 var mælt til at stovna eitt hospice við 7 stovum, saman við palliativari eind á LS. Eisini var mælt til at skipa umsorgan heima og at palliativt toymi var sett á stovn á LS. Av hesum virka palliativa eindin og palliativa toymið, mær vitandi, væl á LS í dag.

Eg ynski at arbeiða fyri, at tænastan og umsorganin av okkara doyggjandi skal gerast uppaftur betri. Og her hugsi eg um tænastuna í breiðastu merking, samstundis sum vit í Føroyum nú - ongantíð ov skjótt - eiga at seta á stovn eitt umsorganarheim til doyggjandi - eitt hospice við 10 stovum, sum eru heimligar og skapa ró.

Henda skipanini vil styrkja munandi um hjálpina, friðin og trygdnina hjá tí doyggjandi, og fer at geva tí doyggjandi lívsdygd restina av lívinum.

Vit liva longri og longri. Hetta ger, at okkara heilsuverk kostar meir og meir, tí kronisku sjúkurnar gerast fleiri og fleiri, og fleiri og fleiri fáa tær. Hetta er ein ringrás, sum ikki slepst undan. Tí mugu vit eisini gera tillagingar, so heilsuverkið sleppur at gera tað, sum heilsuverkið skal gera: at viðgera sjúkur, so sjúklingurin gerst frískur aftur ella kann virka í dagligdegnum.

Vit stúra øll fyri tí degi, tá vit skulu higani. Eisini stúra vit fyri, hvussu vit skulu higani. Vit eiga sum fólk at tryggja, at ein og hvør okkara fær ta umsorgan og hjálp, sum vit hava brúk fyri í okkara svárastu tíð.

Um B6 skal útbyggjast til eina umsorganardeild fyri doyggjandi burturav, um vit skulu hava eitt hospice í Hoydølum ella í Runavík, um vit skulu seta á stovn eina umsorganartænastu til doyggjandi - hetta eru stórir spurningar, sum krevja svar nú, eftir at vit í fleiri ár hava saknað eina loysn.

Skipanini kemur sjálvandi at hava fíggjarligar avleiðingar. Men spurningurin er, um hetta ikki er vert tað, samstundis sum ein tílik skipan vil frígeva, ella skipa tænastuna betri í heilsuverkinum. Tað vil so í síðsta enda minka um kostnaðin.

Símun Jóannesarson Hansen, valevni Fólkafloksins

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo