Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Innsent: Ellindur Egilstrøð er føddur á Eiði og er ein av fleiri í familjuni, ið málar og heldur lív í einum meira enn 100 ára gomlum siðaarvi í familjuni. Hesin siðaarvur byrjaði á kvistinum hjá ommu hansara, Caroline Amalie Kruse, og abbanum, Oliver Øster, tá Elizabeth Taylor (1856-1932), ið var ein amerikonsk kvinna, búsettist á kvistinum og bleiv verandi til Fyrri Veraldarbardagi var av. Hon málaði og skrivaði blaðgreinar til amerikonsk bløð v.m., og hon legði Niels Kruse, sum var ommubeiggi Ellind, lag á at mála. Seinni legði Niels pápa Ellind, Óla Egilstrøð, lag á. Óli byrjaði at mála sum blaðungur drongur og kveikti síðani áhugan hjá soninum. Ellindur hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum og eitt nú veri við á Ólavsøkuframsýningini. Í 2013 flutti Ellindur til Danmarkar at taka eina Bachelor útbúgving innan Psykomotorik. Útbúgvingin snýr seg í stuttum um, hvussu likam, sál, fysiska- og sociala umhvørvið sum heild hongur saman og ávirkar hvørt annað.  Ellindur hevur eisini fingið undirvísing á Aarhus Kunstakademi og frá fleiri kendum donskum og útlendskum málarum. Ellindur hevur havt fleiri framsýningar í Danmark og sýnir fast fram á fleiri kendum donskum gallaríum.

Í juli fer Ellindur aftur at hava framsýningar í Føroyum.

Í Ribarhúsi í Fuglafirði við fernisering hósdagin 22. juli kl. 15:00, og framsýningin hongur uppi til 30. juli. Opið verður mánadag til fríggjadag kl. 15:00-17:30 og leygardag frá kl. 11:00-14:00.

Skrá
Hósdagin 22. juli kl 15:00 Benjamin Petersen, syngur og spælir nøkur løg og Meihard Jensen hugleiðir um myndirnar, heitini á myndunum og um Bob Dylan v.m.

Týsdagin 27. juli kl 15:30 Lyon Hansen.

Í Williamsstovu í Tórshavn við fernisering fríggjadagin 23. juli kl. 15:00. Opið verður eisini leygardagin 24. juli frá kl. 11:00-16:00 og sunnudagin 25. juli frá kl. 14:00-16:00.

Skrá
Fríggjadagin 23. juli kl 15:00 Benjamin Petersen, syngur og spælir nøkur løg og Meihard Jensen hugleiðir um myndirnar, heitini á myndunum og um Bob Dylan v.m.

Íblástur og ávirkan
Ellindur skrivaði 2. árs uppgávu í HF um William Heinesen, ið Williamsstova er uppkallað eftir, og hitti William í hesum sambandi, júst aftaná at William fylti áttati í 1980. Nú er Bob Dylan júst farin um tey áttati, og tað er ongin loyna, at júst teir báðir hava givið íblástur og hava ávirkan á málningarnar. Kate Smith, ið hevur skrivað um fleiri av málningunum og framsýningunum hjá Ellindi, skrivar, ”at verkini hjá Ellinda altíð flirta við mótsetningum, tað mjúka og tað harða, ljósið og myrkrið, droymandi summar og eirindarleysur kuldi. Tað nattúrliga, inbjóðandi dramatiska í málningunum kann lætt forklarast, tá vit fáa at vita, at Ellindur og William Heinesen hittust fyri nógvum árum síðani og í einari minniríkari og andríkari samrøðu deildu sínamillum tað tungu pondus filosofiina, ið fyllur verkini hjá teimum báðum.”

Bob Dylan er við á einhvønn hátt. Møguliga ímillum tey mongu løgini av máling, ella møguliga er heitið á málninginum úr einum Bob Dylan sangi. Tað verða ymiskar framførslur, og tó verða eisini løtur, har hyggjarin fær møguleika at sita í einsemi og vera eitt við málningarnar og umhvørvið.

Lívssøga frá náttúruupplivingum úr Føroyum
Ellindur málar áhaldandi eina lívssøgu úr føroysku náttúruni. Júst hvat hendan lívssøga inniber, letur Ellindur hyggjarin um, og hann vónar, at fólk geva sær stundir at liva seg inn í málningarnar og at enda lata málningarnar geva íblástur til, at hyggjarin sjálvur kann siga sína egnu lívssøgu.

Corona
Sjálvsagt fylgja vit øllum tilmælum frá mynduleikunum, og hvør einstakur nýtir vit og skil til framsýningarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo