At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú er bert ein lítil vika til dyrnar verða latnar upp í Stórhøllini á Hálsi til stóru Lívsstíls- og Sølumessuna sum verður leygardagin tann 5. Mai kl. 1000 til kl. 2000 og sunnudagin tann 6. Mai frá kl. 1400 til kl. 2000.  

Ein rúgva av ymiskum fyritøkum og stovnum fara í tveir dagar at vísa fram, hvat tey kunnu bjóða sínum viðskiftafólkum, og messan er opin fyri almenninginum báðar dagarnar.

Á messuni luttaka fyritøkur og stovnar innan alskyns økir, og tí er einki at ivast í, at tað verður nakað fyri øll, sum vitja messuna.

Stórslignir vinningar
Tað kostar 100 krónur fyri vaksin at sleppa inn á messuna, meðan børn undir 12 ár sleppa ókeypis, um tey eru í fylgji við vaksnum.

Atgongumerkini eru báðar dagarnar við í lutakastinum um stórslignar vinningar. Leygardagin verður drigið lut um flogferðir til bæði Malta, Lissabon og Gran Canaria við Atlantic Airways, meðan tað sunnudagin verður drigið lut um ferðaseðlar til Malta og til Lissabon við Atlantic Airways, umframt at tað eisini verður lutakast um ein familjuferð við Norrønu og eina kaffimaskinu frá Jura fyri nærum 10.000 krónur.

Meiri kunning er at síggja á heimasíðuni www.lsm.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo