Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hóast fólk í 12 av teimum 15 húsum í Edmundstrøð í Ánunum herfyri sendu eina áheitan til allar býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu um at skipa so fyri, at tað verður livandi norðuri í Ánunum, so vaknaðu fólk um tveytíðina í nátt av ganginum av tveimum skipum - Armenak Babaev, undir russiskum flaggi, og Green Ocean, skrásett undir Bahama flaggi - sum larmandi kom at bryggju.

Ikki nokk við tí, at skipini larma; mannskapið rópti og geylaði eisini í millum sín, sí filmsbrot.

Síðani í august í 2017 hava borgarar í Ánunum ótalligar ferðir bønað og biðið býráðið, bæði munnliga og skrivliga, um at sleppa undan larminum frá nøkrum ávísum skipum, men uttan úrslit.

- Vit vita ongantíð, nær næsta álop kemur og vit liva í konstantum ótta fyri ágangi av larmi.

Tað ljóðar sum ein tyrla hongur yvir húsunum og vit hava ongan møguleika at sleppa undan larminum. Høvdu skipini verið løgd við oljukaiina á Grótrætt, so hingin nakað til skipini, men tað eingin virðing fyri heilsuni hjá okkum, sum her búgva.

Vit undrast og spyrja, hví fremmand, larmandi skip blíva við at sleppa inn í føroyskar havnir at forpesta lívið hjá íbúgvum í Føroyum.

Rúna Sivertsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo