Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

B52 bumbuflogfar líka sum tað ið datt niður í Grønlandi fyri 50 árum síðani.

Hangararnir har flogskiparin John Haug fall niður í fallskýggja.

Flogvøllurin í Thule herstøðini.

B52 bumbuflogfar líka sum tað ið datt niður í Grønlandi fyri 50 árum síðani.

B52 bumbuflogfar líka sum tað ið datt niður í Grønlandi fyri 50 árum síðani.

Hangararnir har flogskiparin John Haug fall niður í fallskýggja.

Flogvøllurin í Thule herstøðini.

Flogskiparin John Haug var tíðliga á fótum um morgunin 21. januar í 1968 á Plattsburgh herstøð í statinum New York í USA. Hann var flogskipari á einum B 52 bumbuflogfari, sum var eitt av teimum stóru flogførunum hjá amerikanska flogvápninum, US Air Force.

Uppgávan hjá einum slíkum flogfari tá í tíðini var at hava eftirlit við arktiska økinum, eisini sum verja hjá Thuleherstøðini. Manningin umborð á flogfarinum taldi sjey. Umborð vóru fýra kjarnorkubumbur á 1,1 megatons hvør. Hesar bumbur skuldu, um boð komu frá Pentagon, kastast yvir Sovjetsamveldið, um so var at Sovjet fyrst leyp á USA við kjarnorkuvápnum.

John Haug gjørdi seg kláran til at seta flogfarið í gongd. Við síðuna av honum sat annarpiloturin Svitenko. Hann var ein róligur maður at hava á tí plássinum. Svitenko hevði tonkt sær at lesa til prest aftaná tíðina í flogvápninum. Tað var eyðkent fyri hann, at hann hevði skriftað áðrenn túrin, nakað sum hinir av manningini ikki høvdu haft hug til.

John fekk nú klármeldingar frá hinum av manningini um at alt var sum tað skuldi vera. Teir vóru m.a. kapteinur Richard Marx, hvørs uppgáva var at standa fyri at útloysa bumburnar, um neyðugt. Eisini var kapteinur Curtis Criss við, hann var navigatørur. Major Frank Hopkins var fjarritari og seniorsergeant Calvin Snapp hevði pláss sum skjútti í einum torni aftast í flogfarinum. Sjeyndi maður var major D'Amario. Á veg norðuryvir skuldi flogfarið taka ímóti olju frá einum tangaflogfari.

Hetta var ein rutinusøk hjá einum so royndum manni sum John Haug flogskipara. Tað tók bara 12 minuttir at fáa fylt tangarnar. Tá hetta var gjørt, setti John kós móti Thule. Nú segði hann við Svitenko, at hann kundi fara niður at fáa sær eina hvíld og biðja D'Amario taka hansara pláss sum annarpilotur. Tá teir vóru komnir inn yvir Thule, sóu teir herstøðina liggja sum ein lýsandi bý undir flogfarinum.

John setti seg nú í samband við støðina, og fekk at vita hvussu veðurforsøgnirnar vóru fyri herstøðina og umráðið. Tá hetta var avgreitt, setti hann kós ímóti tí norðasta vendipunktinum. Nú skuldi alt verið rutina teir næstu tímarnar. Teir skuldu flúgva aftur og fram yvir Thuleherstøðini.
 
Tá teir høvdu vent við norðasta punkt, segði major D'Amario at hann helt tað vera nakað kalt inni í stýrhúsinum. John gav honum loyvi til at seta neyðupphitingarskipanina til. Samstundis hildu teir eyga við hitamátaranum í varmarørunum.

Knappliga fór hitin inni í hitarørunum upp á 220 gradir Celsius. Teir næstu 20 minuttirnar royndi D'Amario at stilla inn á hitarørunum fyri at finna ein hóskandi hita í stýrhúsinum. Hetta sá út til at vera eydnast honum, tá teir vórðu komnir suður á tað sunnara vendipunktið 90 fjórðingar? sunnan fyri Thule.

Navigatørurin Curtis Criss uppgav nú eina nýggja kós. John gjørdi eitt høgrasving fyri at venda flogfarinum norðuryvir aftur. Richard Marx lá í undirkoyggjuni, tá hann merkti at flogfarið snaraði til høgru. Samstundis merkti hann ein lukt av brendum skúmgummi. Hann vakti Svitenko, sum lá og svav í yvirkoyggjuni.

Samstundis gav hann boð til flogskiparan, at hann luktaði royk. John, flogskipari, gav nú boð um at opna súrevnistólið og samstundis royna at fáa greiðu á , hvar roykurin kom frá. Hann setti nú hitaskipanina á normalt. Curtis Criss reisti seg og fór niður í afturendan av flogfarinum at vita, hvar roykurin kom frá, men har fann hann onki. Frank Hopkins helt nú, at hann sá royk vinstrumegin navigatørsetrið. Curtis Criss flutti ein matkassa og sá, at roykurin kom úr setrinum, sum matkassin hevði staðið omaná.

Hann tók nú eitt berbært súrevnistól upp á ryggin og tók ein eldsløkkjara í hondina og royndi at spræna ímóti staðnum, har hann sá sjónligan eld. Hann gav nú boð yvir innanhýsis samskiftisanleggið, at hann hevði brúkt tveir eldsløkkjarar og nú vóru ikki fleiri eftir umborð. John gav honum boð um at brúka vatn, men Curtis segði, at tað sá út sum at olja var á dúrkinum, so tað tordi hann ikki. Tað hevði bara fingið eldin at flamma upp aftur, og tað segði hann við John. Sum eina síðstu roynd at fáa tamarhald á eldinum gav John Curtis boð um at royna at køva eldin. Men tað eydnaðist ikki. Flogskiparin tók nú avgerð um at neyðlenda í Thule.

Men hetta var nokk lættari sagt enn gjørt.

Ljósini á herstøðini komu nú til sjóndar. John sló luftbremsurnar frá og gjørdi seg kláran til at lenda á flogvøllinum í Thule. Men ljósini í Thule vóru enn langt burtur. Nú fyltist stýrhúsið eisini við royki, so at tólini ikki sóust. John gav D'Amario boð um at lækka trýstið í stýrhúsinum í eini roynd at fáa roykin at hvørva. Men í tí sama steðgaði elveitingin og roykurin kom aftur. John bað D'Amario taka eina lummalykt og lýsa á instrumentborðið og fáa elveitingina at rigga aftur.

Men alt hetta var til fánýtis. Tað einasta John nú sá, vóru ljósini á Thuleherstøðini,  ið mintu hann um eina lýsandi stjørnu, og hesum kundi hann sostatt stýra eftir. Hann gjørdi av, at tað fór ikki at verða møguligt at neyðlenda á herstøðini, og at teir ístaðin máttu loypa út í fallskýggja. So vildi hann lata flogfarið falla niður á einum oydnum stað norðan fyri herstøðina.

Hann gav nú boð um, at allir skuldu loypa út í fallskýggja. Svitenko spurdi nú, hvussu hann skuldi koma út. D'Amario sat jú nú í hansara vanliga katapultsetri. John gav honum boð um at koma ígjøgnum eldin, yvir til neyðlúkuna. Svitenko segði onki, men hann visti at tað fór ikki at vera lætt at loypa út ígjøgnum neyðlúkuna ístaðin fyri at verða skotin út úr katapultsetri. John lenaði seg fram og hugdi um hann kundi fáa eyga á nøkur ljós frá herstøðini, men har var alt myrkt. So hann roknaði við, at teir vóru beint yvir støðini.

Tá endurtók hann boðini:

”Vit eru yvir Thule nú, so loypi út!”

So reisti hann seg og gekk upp á ovasta dekk. Men hann sá ongan eld undir sær. Hann fór tí aftur á sítt pláss og gjørdi seg kláran til at skjóta seg út við katapultsetrinum. Í somu løtu hoyrdi hann fýra doyvdar brestir. D'Amario í setrinum við síðuna av honum vendi sær og spurdi: ”Hvat var hatta?” John svaraði, at hatta vóru katapultsetrini sum skutu seg út.

Nú teir báðir pilotarnir settu seg til rættis í setrunum og hálaðu í útloysaramekanismurnar til setrini næstan samstundis.

D'Amario kendi ikki nakað serligt hart stoyt. Tað kendist bara sum eitt lítið skump. Men í somu løtu kendi hann nakað merkiligt; hann skeytst upp ímóti himlinum. Hann hugsaði: ”Kann eg vera í einum ógvusligum uppgangandi vindi?”. So skilti hann at hann var á veg niður, hangangdi í fallskýggjanum. John hálaði í útloysaran og sá instrumentbrettið, men kendi onki. Hann vaknaði og skilti, at hann hekk í einum fallskýggja á veg niður í náttarmyrkrinum.

Tað var kalt og hann var ikki í handskum.

Hann royndi sum frægast at halda um seg sjálvan fyri at fáa varma í hendurnar.

Hann varnaðist ljós undir sær og hugsaði at hetta mátti vera Thule. So misti hann vitið aftur. Tá hann raknaði við aftur, merkti hann at fallskýggin ristist. Hann hugsaði, at hatta mátti vera trýstbáran frá flogfarinum, sum sprongdist, og at hon hevði vakt hann aftur. Hann royndi at venda sær ímóti flogfarinum aftur, men tað eydnaðist ikki.

So lendi hann í kavanum.

Á einum fjalli omanfyri hann lýsti ein blunkandi fýrur, so John tonkti at hann mátti vera nærhendis startbreytini. Okkurt var galið við eina beininum. Hann fekk fallskýggjan av sær og fekk hendur á bjargingarútgerðini. Men pakkin fekst ikki opin, tí at fingrarnir vóru við at vera stívir, so hann mátti skjótast møguligt hava okkurt at verja teir og høvdið ímóti kuldanum.

Hann fekk eyga á tveir hangarar tætt við. Men tá hann royndi at koma upp at ganga, vildi høgra bein ikki bera hann.  Hann royndi at ganga varliga, og tað sá út til at eydnast. Hann náddi fram til fyrra hangarin. Har var ein hurð, men ein stór kavafonn lá frammanfyri, so har var ikki innkomandi.

So fór hann víðari til hin hangarin, og fann eina hurð og tað eydnaðist honum at fáa hesa hurð upp. Inni í hangarinum var ikki ein livandi sál at síggja. Hann fekk tó eyga á eina telefon ið hekk á vegginum.

Hann fór yvir til hana, tók hornið. - ”Halló, tað er John Haug, flogskiparin á flogfarinum sum júst er dottið niður.” Hann bleiv spurdur um hvørjum hangari hann var í. - ”Nei, eg veit ikki hvørjum hangari eg eri í, men hann er ógvuliga stórur.” Meðan hann bíðaði eftir at bjargingar-manningin skuldi finna hann, fór hann yvir til parkeraðan lastbil og hugdi í ein síðuspegil.

Andlitið var fullkomiliga smurt inn í blóð. - ”Hetta er ein flott sjón” hugsaði hann við seg sjálvan. Í somu løtu hoyrdi hann bjargingarliðið koma ímóti hurðini. Flogfarið var dottið niður á havísini í North Star Bay, sjey fjórðingar vestan fyri Thule støðina og var farið ígjøgnum ísin og til botns. Ein av manningini, Leonard Svitenko, fórst saman við flogfarinum, orsakað av at hann sum tann einasti av manningini ikki sat í katapultsetri.
 
Broken Arrow, sum er loyniorð fyri bjargingararbeiðið, tá slíkt hendir amerikonskum kjarnorkuflogførum, varð sett í verk.
 
Á Thulestøðini vóru tað ikki nógv sum vóru greið yvir at eitt flogfar var í trupulleikum, so fyri tey flestu kom hetta óvæntað á. Jens Zinglersen, sum var fyristøðumaður hjá Kongelige Grønlandske Handel, stóð uttan fyri húsini hjá sær í Dundas. Hann sá hendingina fara fram, var skjótur at taka bilin og koyra inn til Thule støðina og bjóða seg fram til at hjálpa. Tann amerikanski ovastin fyri Thule støðina var ikki staddur á støðini í teirri løtuni, men næstovasti tók ímoti Zinglersensa tilboði um hjálp.

Á støðini møtti Zinglersen danska politimanninum Svend Olsen og teir báðir gjørdu av at senda eina ávaring út til grønlendingarnar í økinum.   Svend Olsen sendi boðini út á donskum og Zinglersen á grønlendskum.

Teir nevndu einki um geislavirkni.

Olsen segði á donskum, at vandi var fyri spreinging orsakað av lóðri. Harafturímóti segði Zinglersen einki um lóður, tí at hann var bert førur fyri av geva frágreiðing á grønlendskum um vanligar riflupatrónir. So hann helt, at um hann nevndi orðið lóður, ístaðin fyri at virka ávarandi, vildi tað virka sera áhugavert fyri grønlendarar at fáa lóður til riflur teirra. Sum vera man vórðu grønlendingar altíð áhugaðir í at hava nokk av lóðuri til riflur teirra. At tað var kjarnorkulóður var nokk ikki tað sum kom grønlendingunum til hugs.

Í teirra verð var lóður riflupatrónir. Zinglersen avráddi nú við amerikanska næstovastan, at hann skuldi fara út á ísin á hundasleðu saman við grønlendarum, sum vóru vanir við at at uppihalda sær á havísinum, eftirsum at ongin av amerikanaranum var førur fyri at uppihalda sær uttanfyri tað upplýsta umráðið á Thulestøðini eina slíka januarnátt.

Zinglersen koyrdi nú heim aftur til Dundas og saman við krambakallinum við KGH Handlinum, Avataq Christiansen, fekk hann hundasleðunar klárar. Navnið á krambakallinum er sera hóskandi til leiting á havísinum tí at tað merkir “Fangstblære”. Teir høvdu fingið tveir VHF-arar við til samskifti vid bjargingarliðið á landi, men eftir 20 minuttum vóru teir ónýtuligir orskað av kulda. Nærri og nærri teir komu vanlukkustaðnum, sóu teir nøkur ljós. Zinglersen hugsaði fyrst, at tað vóru nakrir av manningini av flogfarinum, sum vóru á lívi.

Men nærri hann kom, varnaðist hann at tað vóru aðrar sleður ið komu ímóti honum. Tað vísti seg at vera grønlendskir veiðumenn sum vildu hjálpa til við leitingini. Eldurin frá flogfarinum var slóknaður. Zinglersen legði nú til rættis, hvussu leitingararbeiðið skuldi fara fram.

Hann hevði seks hundasleður. Eftir at teir høvdu leitað í nakrar tímar, komu Avataq og Zinglersen fram á vrakpettir, sum lógu slødd yvir eitt stórt øki av ísi. Har lógu motorar, nøkur hjól og partar av undirstellinum av flogfarinum, men ongin stórur partur av sjálvum flogfarinum.

Zinglersen vónaði at finna stýrhúsið við monnum í, men har var onki at finna. Hann tók nú avgerð um at venda við og koyra inn ímóti Thule støðini aftur. Meðan teir koyrdu inn í myrkrinum, hoyrdu teir nógv flogfør, eini 15 – 20, sum flugu tætt yvir høvdinum á teimum og settu seg á flogvøllin á støðini. Tá ið teir vóru komnir inn á havnamolan, bað Zinglersen hinar av hjálparmanningini fara víðari yvir til Dundas.

Sjálvur fór hann niðan til næstovastan fyri herstøðini. Flogførini, sum Zinglersen hevði hoyrt á veg inn, vóru frá Broken Arrow tilbúgvingini, sum beint eftir at óhappið varð fráboðað, vóru farin avstað frá ymiskum hernaðarstøðum í USA.

General R. O. Hunziker var í ferð við at eta sín morgunmat á hernaðarstøðini í Omaha, tá hann fekk boð um at eitt B 52 flogfar við kjarnorkuvápnum umborð var dottið niður í Grønlandi. Hann fór beinanvegin avstað til vanlukkustaðið. Tað fyrsta hann gjørdi, eftir at hann var komin til Thule støðina, var at lurta eftir einari kunning frá næstkommanderandi.

Kunningin varð hildin í offisersmessuni, sum í skundi var gjørd um til kommandorúm hjá Hunziker. Mitt í kunningini komu boð um at ein danskari í eskimoklæðum stóð uttanfyri og helt fast um at hann longu hevði verið á staðnum, har flogfarið var dottið niður.

Hunziker bað um at maðurin varð sendur inn til hansara. Tað var Jens Zinglersen. - ”Hevur tú longu verið úti við vrakið?” spurdi Hunziker. - ”Ja, er eri júst komin haðani” segði Zinglersen.

Generalurin legði peikipinnin frá sær á borðið og kom yvir til Zinglersen og hugdi ógvuliga hvassliga í eyguni á honum. Zinglersen var vanur við at amerikanskir generalar vóru hástórir, men hesin bar av øllum.

Zinglersen sveittaði í ísbjarnabuksunum og kendi seg móðan og troyttan. So segði generalurin. - ”Eg trúgvi ikki einum orði tú sigur”. Zinglersen var ógvuliga firtin um hesa viðferð. Hann helt ikki, at hann skyldaði hesum manni nakað.

So hann vendi við og fór beina leið aftur ímóti úthurðini. Komin móti hurðini, tá stóð ein amerikanskur hermaður har og segði: -” Bíða mær eitt bil”. Hann setti tólið at máta geislavirkni ímóti kamikkunum hjá Zinglersen. Tólið gav tá útslag. Hermaðurin vendi sær tá ímóti Hunziker generali og hinum í hølinum og segði: -”Hann er góður nokk. Hann hevur verið har úti”.

 
Eftirmæli 
Hendan vanlukkan í Thule fekk eitt ógvuliga stórt eftirspæl í Danmark, tí longu í november 1957 hevði táverandi forsætisráðharri H. C. Hansen givið amerikanarunum loyvi at hava kjarnorkuvápn á Thule herstøðini.

Sum tað framgongur av keldum, eg havi nevnt her, gav hann ikki Fólkatinginum boð um tað loyvi hann hevði givið amerikanarunum. Tað var ikki fyrr enn vit koma inn í 1990árini, at nakrir av donsku Thulearbeiðsmonnunum gera vart við, at teir møguliga hava fingið krabbamein av at hava verið við í uppruddingararbeiðinum aftaná hendingina i januar 1968.

Tá fær málið eina vend, og fleiri av teimum fáa endurgjald fyri møguligar skaðar, teimum vórðu fyri. Nú í apríl 2015 verður ein biograffilmur,” Idealisten,” sum er bygdur á bókina hjá Poul Brink, ”Thulesagen – løgnens univers”, frumframførdur.
 
Keldur:  
Bókin hjá Poul Brink: ”Thulesagen – løgnens univers” 

Skrivað hevur John Kjærbo eystan Á 

Hangararnir har flogskiparin John Haug fall niður í fallskýggja.

Flogvøllurin í Thule herstøðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo