Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Arbeiðsbólkurin, sum í fjør varð settur at endurskoða bygnaðin á Føroya Kærustovni,  hevur nú handað løgmanni álitið. Uppgávan hjá bólkinum var at taka støði í verandi virksemi og skipan, og síðani gera tilmæli um møguligar broytingar, so stovnurin fer at hóska betri til tað samfelag og tann fyrisitingarbygnað, sum er í dag.

Arbeiðsbólkurin hevur 14 ítøkilig tilmæli. Eitt høvuðstilmæli er at flyta allar nevndirnar, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova fyri, inn á sjálvan Kærustovnin. Hetta merkir, at Kærustovnurin frameftir sjálvur viðger kærumálini og tekur avgerðir sum sjálvstøðugur myndugleiki.

 “Flestar avgerðir eru fyrisitingarrættarligar ella grundaðar á fyrisitingarrætt, har løgfrøðin er tann berandi parturin av viðgerðini. Henda servitan er á Kærustovninum, og tí kunnu løgfrøðingar á stovninum avgreiða flestu mál. Í teimum málum, har neyðugt er at fáa serkøna ráðgeving t.d. frá læknum ella byggikønum, ber til at hava eina skipan, har serkøn verða knýtt at stovninum sum ráðgevar at heita á, tá ið hetta verður mett neyðugt,” stendur millum annað at lesa í álitinum.

Føroya Kærustovnur er nógv broyttur, síðani hann varð settur á stovn í 1998. Fleiri kærunevndir eru lagdar afturat, umframt at eisini aðrar nevndir, ið ikki viðgera kærur, eru lagdar til stovnin.

Tær 11 nevndirnar á Føroya Kærustovni eru sera ymiskar. Fakøkini eru stór í vavi og fevna um alt frá barnavernd til fjarskifti, ella frá psykiatriskum sjúklinga rættindum til posteftirlit.

“Bygnaðurin á Kærustovninum er serføroyskur. Kærustovnurin er í orðsins sanna týdningi ein føroysk loysn. Stovnurin røkir eina sera týdningamikla uppgávu, tí hann á fleiri økjum borgar fyri rættartrygdini hjá vanliga borgaranum. Politiska skipanin fer nú viðgera ymisku tilmælini, ið arbeiðsbólkurin skjýtur upp, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Alt álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo