At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað merkist at nýggir kustar manna skrivstovuna hjá Bárði Nielsen, løgmanni.

Við stálsettum eygum og skørpum replikkum bankaði Bárður hin notoriskt atfinningarsama reportarin á Christiansborg uppá pláss í sjónvarpinum í gjárkvøldi.

Eg havi tikið í heratoppin á Mette og tvinga hana at skriva undir uppá eitt nýtt samstarv í ríkisfelagsskapinum, proklameraði Bárður.

Nú seta vit øll segl til at styrkja “ríkisfelagsskapin” og deila hemmeligheitir viðhvønn annan.

“Hetta handlar ikki longur um Føroyar, men um ríkisfelagskapin”, vóru greiðu boðini til hyggjararnar í Føroyum.

Í hvørjum setningi undirstrikaði løgmaður hvussu stóra uppgávu hann hevði tikið upp á seg, at skipa nýggja rikið.

Tað líka sum hekk í luftini, at nú skal tað snakkast.

Og helst um “ríkisfelagsskapin”, sum hann fekk nevnt upp til tvær og tríggjar ferðir í hvørjum setningi!

Spindoktararnir á løgmansskrivstovuni - har vóru minst fýra á Christiansborg – hava ivaleyst vant løgmann væl, áðrenn hann slapp út í fjølmiðlarnar við søguni um nýggja samstarvið.

Hann var sum ein planki í málinum hjá VÍF, tá hann pareraði skørpu spurningarnar frá reportaranum á Christiansborg.

Ongin fekk at vita hvat samstarvið handlar um, tí avtalan er “hemmelig” og ongantíð løgd fyri parlamentini í Føroyum, Grønlandi ella Danmark, men eitt liggur fast:

Bárður er formaður og svingar pískin í nýggja samstarvinum.

Grønlendski kollegin Mute Egede tóktist slett ikki hava forstaðið álvaran í málinum – men teir eru ofta nokk so seinir har norðuri – tí hann nevndi ongantíð ríkisfelagsskapin hjá Bárði yvirhøvur.

Hann tosaði bara um lond, sum skulu samstarva.

Tí var eygleiðarin á Christiansborg heldur ikki kløkkur, tá Bárður kunngjørdi, at hann skal sjálvur standa á odda fyri nýggja samstarvinum.

So Mette skal ansa sær, tá hon flytir fram setanarrøðu á Christiansborg í dag.

Á svalanum í fólkatingssalinum sita lið um lið bæði majesteturin í ríkinum - hennara kongaliga hátign Margreta drottning - og nývaldi formaðurin fyri sambandsríkið “Rigsfælleskabet” - Harra Bárður Nielsen.

Syrgir Mette ikki fyri at siga okkurt fitt um føroyingar og grønlendingar, so verður fanin leysur á næsta ríkisfundi!

royters

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo