At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Trivnaður! Tryggleiki! Vøkstur!

Hetta verður stavnhaldið, nú Føroyar aftur fara upp í fulla ferð.

Vit skulu halda fast um tryggleikan, kveikja trivnaðin og áhaldandi skapa vøkstur í landinum.

***

Harra formaður!

Seinastu tíðina hava vit sæð eina lýsing:

“Ein maður. Ein dreymur. Eitt mál.”

Maðurin er Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági, sum í hesum døgum bjóðar heimselituni av í kappróðri á Olympisku leikunum í Tokyo.

Tá ið Sverri vann EM-gull, varð hann heiðraður í heimbygdini. Langa rekkjukoyringin vísti, at nógv stóðu saman við føroyska evropameistaranum.

Sverri segði sjálvur soleiðis:

“At allar Føroyar kunnu vera við, og at øll bygdin kemur og feirar tað saman við mær, tað betýðir øgiliga nógv.”

Tí tað betýðir nakað fyri okkum menniskju – fyri trivnaðin – at onnur eru har.

Sverri Sandberg Nielsen lutaði fegin føroyingum burtur av sigrinum. Og akkurát hetta – at vit luta øðrum burturav, tá ið tað gongst okkum væl – og at onnur rætta okkum eina hond, tá ið á stendur – hevur altíð verið partur av føroysku fólkasálini.

Hetta skal eisini síggjast aftur í politikkinum. Í tí, vit gera fyri trivnað, tryggleika og vøkstur.

Harra formaður!

Ein av fremstu fortreytunum fyri trivnaði er at hava trygt tak yvir høvdið. Í Føroyum hava fólk altíð bygt síni egnu hús. Tað gera tey framvegis. Men seinastu árini hava mong havt torført við at finna hóskandi heim.

Tí fegnist eg um, at privatar fyritøkur eisini taka ábyrgd við at byggja sethús og íbúðir. Hetta er við til at breiðka um bústaðarmøguleikarnar.

Hartil er ein bústaðarpakki samtyktur, sum eg vænti verður ein vælferðarpolitiskur varði.

Bústaðir hava fingið út móti hálvari milliard at byggja fyri komandi árini. Av hesum skal umleið helvtin brúkast til at fíggja búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi, barnaverndarstovnar og lestrarbústaðir.

Restin skal – saman við íleggjarum – fíggja vanligar íbúðir.

Tað vísir seg at vera ójavnt, hvussu lætt tað er at fáa fígging til ein bústað á bygd í mun til ein bústað í miðstaðarøkinum. Her skal ein loysn finnast – helst saman við peningastovnunum.

Vaksandi áhugin hjá útlendingum at keypa hús her í landinum órógvar eisini. Men hesi viðurskiftini verða nú skipað soleiðis, at útlendingar, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, skulu søkja um loyvi at keypa.

Ein hóskandi javnvág má finnast.

Ein hóskandi javnvág má eisini finnast innan samferðsluna.

Samferðsla verður ofta lýst sum eitt hart virði, men eg havi hug at bjóða hesum av.

At binda samfelagið saman er eisini eitt bleytt virði, tí tað økir sanniliga um bæði trivnað og trygd.

Vit vilja stytta um innlendis teinarnar fyri at økja um møguleikarnar.

Tí binda vit nú samfelagið saman við tunlum. Seinastu fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin verða gjørdar komandi ár. Væntandi verður koyrandi úr Sumba til Viðareiðis áðrenn 2030.

Tá ið vit tosa um samferðslu, røkir Strandferðslan eina lívsneyðuga uppgávu.

Men vit vilja betra og broyta samferðsluna kring oyggjarnar – eisini útoyggjarnar. Tí fara vit at eftirmeta og nágreina, júst hvørjar tænastur Strandferðslan skal veita frameftir.

Harra formaður!

Tað er ymiskt, hvat fær okkum at trívast. Men fyri flestu okkara hevur familjan nógv at siga.

Hetta summarið gjørdist eg abbi fyri fyrstu ferð. Tað er stórt at síggja, hvussu lívið heldur fram, og hvussu ættarlið leggjast afturat.

Og tað eru jú børnini – komandi ættarliðini – sum er okkara høvuðsábyrgd.

Tey eru orsøkin til, at vit skulu varðveita tað góða og trygga samfelagið.

Skulu nýggju ættarliðini trívast, skulu vit geva familjunum bestu fortreytir.

Eg eri fegin um, at vit hava longt barnsburðarfarloyvið fýra vikur, so at foreldur nú kunnu vera um barnið í eitt heilt ár. Hetta er besta byrjanin, vit kunnu hugsa okkum.

Í dag fara flestu børnini á stovn. Vøggustovu- og barnagarðsárini hava stóran týdning fyri trivnað og tryggleika hjá børnum og foreldrum. Vit vilja tryggja børnum undir skúlaaldri bestu umstøður til at læra og búnast.

Men tó at umstøðurnar kunnu vera góðar, vita vit, at lagnan rakar ójavnt. Eisini børnini.

Tað kann til dømis kennast ótrygt hjá børnunum, tá ið foreldrini fara hvørt til sítt. Í løtuni endurskoða vit lógina um foreldramyndugleika, tí allar avgerðir skulu takast til barnsins besta. Teirra rættindi skulu styrkjast, og vit skulu lurta eftir børnunum.

Vit vita tó, at vit ikki fáa vart tey frá øllum, og tí eiga vit at gera alt fyri at hjálpa.

Til dømis teimum ungu, sum stríðast við sálarligan ampa.

Vit hava sett í verk eina royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð og hjálp til ung. Skipanin er longu nógv brúkt, so tørvurin er stórur.

Tørvurin á hjálp er eisini stórur hjá teimum, ið falla fyri rúsevnum. Rúsevnismisnýtsla man vera eitt tað ringasta, vit kunnu ímynda okkum fyri tey ungu.

Tí vilja vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu. Her koma góðir felagsskapir inn í myndina, tí børn og ung, sum trívast og eru partur av einum góðum felagsskapi, freistast ikki líka lætt.

Ein heildarætlan um at fyribyrgja rúsevnum er í umbúna. Hon lýsir, hvussu vit best lofta ungum, sum eru á veg út í trupulleikar.

Hartil mugu vit eisini hjálpa teimum, sum longu eru blivin bundin. Tey skulu hava bestu hjálpina.

Skulu vit trívast, krevst eisini, at vit sleppa at gagnnýta og menna okkara evni. At vit fáa hóskandi avbjóðingar og møguleikar.

Tí leggur landsstýrið stóran dent á at nútíðargera fólkaskúlan og útbúgvingarøkið.

Vit endurskoða fólkaskúlalógina, dagføra tíma- og lærugreinabýtið og raðfesta arbeiðið hjá flokslæraranum.

Trivnaðurin í fólkaskúlanum skal eisini raðfestast, tí tá ið eitt barn ikki trívist, verður verri at læra.

Eisini framhaldsútbúgvingar skulu mennast.

Ung við sálarligum avbjóðingum skulu hjálpast til at megna eina miðnámsútbúgving, og serbreytin á miðnámi skal bjóðast út fleiri staðir. Tað verður eisini gott, tá ið Rásin verður liðugt útbygd og fer at kunna taka 14 næmingar inn árliga.

Tørvur hevur verið á undirvísing til teirra, sum hava føroyskt sum annað mál. Men tilfar og undirvísing er nú ment, og saman við Setrinum fyrireika vit harumframt eina eftirútbúgving í føroyskum sum annað mál. Hon byrjar longu í heyst.

Hægri útbúgvingar hava við sær menning og trivnað og er besti møguleikin til at varðveita ungdómin her heima. Tí skal Fróðskaparsetrið støðugt mennast. Góðskan skal áhaldandi eftirmetast og tryggjast soleiðis, at okkara universitet kann fáa altjóða góðkenning og viðurkenning.

Eisini yrkisútbúgvingarnar skulu mennast. Millum annað er ein nýggj alaraútbúgving á veg, umframt ein útbúgving fyri handverksmeistarar.

Harra formaður!

Mentanin bindur okkum saman og fær okkum at trívast. Tilboðini eru mong, og tað legst støðugt afturat.

Leingi hava vit bíðað eftir einum tjóðleikhúsi, og ferð er nú endiliga komin á arbeiðið. Tjóðleikhúsið verður á Bursatanga í Havn, og í næstum skal støða takast til, hvussu byggjast skal.

Eisini ítróttarmentanin er sterk. Í flest øllum ítróttargreinum er framgongdin øgilig, og vit síggja, at um ítróttin fær røttu sømdir, standa føroysk ítróttarfólk einki aftan fyri onnur.

Og ítróttin snýr seg ikki bara um avrik, men eisini um felagsskap. Tí er umráðandi, at vit saman við vinnuni støðugt stuðla ítróttini.

Í løtuni stuðla vit øll Sverra Sandberg Nielsen.

Best, sum hann fyrireikaði seg til Olympisku leikirnar, varð hann – sum so mangur – raktur av koronu. Hetta tarnaði honum sjálvsagt, men so skjótt tað var ráðiligt, setti miðvingurin fulla ferð á, og brátt gingu árarnar aftur kykar í single-scullaranum.

Harra formaður!

Føroyar eru millum tey londini, sum eru komin frægast gjøgnum koronukreppuna.

Ikki tí. Eg veit, at vit ikki hava verið lýtaleys. Nógv hava merkt sváran sakn. Fleiri hava mist nógv. Hjá flestu okkara hevur trivnaðurin verið ávirkaður.

Kortini hava fleiri lond leitað sær íblástur í Føroyum til at basa smittuni – og nú nærkast floksimmuniteturin í hvørjum. Øll hava fingið koppsetingina í boði, og tað er nú ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at verja seg og onnur.

Vit nærkast aftur einum vanligum gerandisdegi, og málið er, at vit – eins og Sverri Sandberg Nielsen – skjótt kunnu seta fulla orku og fulla ferð á samfelagsárarnar aftur.

Fyri at fáa neyðugu floksverjuna hevur tað týdning, at flest gjørligt verða koppsett. Tað er ríkiligt av koppingarevni, so tað er bara at halda seg framat. Floksverjan skal vera so sterk sum gjørligt, tá ið full ferð aftur kemur á samfelagið.

Vanligi gerandisdagurin er í eygsjón. Hann gleða vit okkum øll til.

Harra formaður!

Eingin, sum er ótryggur, trívist. Tí er tryggleiki eisini ein sjálvsagdur partur av okkara stavnhaldi. Vit vilja varðveita Føroyar sum eitt av heimsins tryggastu londum.

Í fluttari merking skulu vit vera í einum góðum bjargingarvesti, um eitt óløgi brádliga skuldi tikið okkum út á sjógv.

Til dømis skulu vit, tá ið sjúka rakar, hvíla trygt í vissuni um, at vit fáa bestu hjálpina. Tað er avgerandi fyri einstaka menniskjað, fyri tey avvarðandi og fyri alt samfelagið. Ómetaliga virðið á heilsuni er orsøkin til, at allur heimurin í hálvtannað ár hevur ligið og andøvt. Tað er orsøkin til, at vit brúka stóran part av skattainntøkunum til heilsubót.

Landsstýrið hevur lagt nógv fyri á heilsuøkinum. Vit hava millum annað fingið skjótari útgreinan fyri demens, víðkað virksemið við MR-skannara, og vit hava hækkað játtanina til ADHD viðgerðarstovu.

Og vit hava stórar ætlanir komandi árini.

Ein er nýggja diabetesmiðstøðin. Saman við Novo Nordisk grunninum vilja vit geva diabetikarum betri viðgerð.

Góð viðgerð krevst somuleiðis, tá ið vit av ymsum orsøkum missa førleikar. Tí fáa hesi nú fleiri nýggj tilboð um at endurvenja og endurmenna seg.

Endurvenjingin er vegurin inn aftur í lívið.

Tá ið sjúka er staðfest, ræður um at fáa skjóta viðgerð. Við viðgerðartrygdini skal eingin bíða eftir viðgerð longur enn 30 dagar. Tað gongur rætta vegin, og á fleiri økjum er málið longu rokkið.

Harra formaður!

Eitt er heilsa og tryggleiki hjá tí einstaka.

Men vit arbeiða eisini yvirskipað við tryggleika – serliga nú stórveldini sýna Norðuratlantshavi áhuga, og nú støða skal takast til nýggja lofteftirlitsradaran. Við eitt er trygdar- og verjupolitikkur aftur vorðin ítøkiligur her heima.

Samskiftið við danskar myndugleikar um radaran hevur verið gott. Tað eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum. Øll trý londini vilja finna skilagóðar loysnir – eisini á uttanríkispolitiska økinum, har ríkisfelagsskapurin má dagførast. Tí er eitt samstarvsráð stovnað, sum skal viðgera uttanríkis-, trygdar- og verjumál.

Okkum tørvar sterkari samstarv og betri samskipan innanríkis fyri at tryggja frið og lágspenning, nú stórveldini eru úti um seg.

Landsstýrið arbeiðir støðugt við at beina burtur forðingar millum Føroyar og Danmark.

Á nýggjárinum varð sett í verk ein skipan, sum tryggjar føroyingum møguleika at fáa danskt CPR-nummar. Hon er sera væl móttikin og ger tað nógv smidligari og tryggari at avgreiða viðurskiftini við danskar lærustovnar og donsk sjúkrahús.

Harra formaður!

Føroyski búskapurin er tryggur. Landskassin er søguliga væl fyri, tí skuldin er lítil.

Landskassin hevði hall í fjør, og væntandi verður aftur hall í ár.

Men málið er greitt. Vit skulu hava avlop aftur í 2023. Avlopið skal síðani vaksa, so tað kann brúkast til at minka um skuldina og til at standa ímóti við, tá ið verri tíðir koma.

Harra formaður!

Tryggleiki merkir ikki, at vit sleppa undan bakkøstum. Hóast tú hevur bjargingarvest, kanst tú kortini verða sligin út.

Tryggleiki merkir, at vit royna at fyribyrgja, at bakkøstini henda, og at vit – tá ið kortini illa vil til – gera alt fyri at hjálpa.

Til dømis fara vit nú at seta í verk eina skipan við sorgarfarloyvi. Soleiðis kunnu foreldur, sum missa barn yngri enn 18 ár, syrgja í friði uttan at stúra um mista inntøku.

Tey, sum gerast langtíðarsjúk, mugu tryggjast betur. Tí leingja vit tíðarskeiðið, har tú kanst fáa dagpening. Hetta er eitt stórt framstig.

Somuleiðis mugu vit tryggja, at lív og heilsa ikki verða sett í váða orsakað av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu virða verkfallsrættin, men verandi støða er ikki haldgóð. Her skal ein betri loysn finnast.

***

Landsstýrið hevur eisini bøtt um fíggjarliga tryggleikan hjá pensjónistum.

Bara tær broytingar, sum vit hava gjørt seinastu tvey árini hava við sær, at pensjónistar í dag hava 1200 kr. meir at liva av um mánaðin.

Tey, ið vilja halda fram at arbeiða eftir pensjónsaldur – antin í fullum starvi ella partstíð – skulu hava møguleikan.

Vit hava lækkað munandi um mótrokningina fyri arbeiðsinntøkuna hjá pensjónistunum. Tí tað skal loysa seg at arbeiða, eisini sum pensjónistur.

***

Tryggleiki snýr seg um at vita, at tað er rúm fyri okkum. Eisini, um vit snáva á leiðini.

Tí mugu vit bøta um fongsulsviðurskiftini í Føroyum. Hesi eru ikki nøktandi. Vit skulu hava eitt tíðarhóskandi fongsul, har til ber at mennast og útbúgva seg.

Eg haldi bestu loysnina vera at byggja nýtt fongsul, ið nøktar tørvin.

***

Sverri Sandberg Nielsen er komin so langt við rógvingini, tí hann støðugt spyr seg sjálvan:

“Hvussu kann eg gerast uppaftur betri? Hvussu kann eg vaksa, og hvussu kann eg vaksa á rættan hátt?”

Allir úrmælingar mugu leggja til rættis, skynsamt og umhugsað, hvussu tey skulu vaksa; soleiðis, at tey avrika best eftir egnum evnum og í kapping við onnur.

Sama er við samfelagnum.

Orðið “vøkstur” verður ofta brúkt, mest sum upp á gjøt, uttan at hugsað verður um, hvat tað merkir.

Tá ið eg tosi um vøkstur, skulu tvær treytir lúkast.

Fyri tað fyrsta má vøksturin vera burðardyggur.

Vit skulu stuðla upp undir virksemi, sum ikki bara skapar vøkstur her og nú, men har virðini eru varandi. Er tað ikki burðardygt, er tað ikki veruligur vøkstur.

Fyri tað annað má vøkstur altíð vera eitt amboð at røkka einum hægri endamáli. Í Føroyum skulu vit skapa burðardyggan vøkstur, tí vit skulu varðveita og styrkja vælferðina í landinum.

Við fríari kapping skapa vit størsta framburðin og fleiri møguleikar til fólkið, ið her býr. Við virknari kapping fáa vit bestu og bíligastu tænasturnar. Um ein fyritøka tekur ov høgan prís, bjóðar ein onnur av. Tað síggja vit eitt nú í fíggjarheiminum, har fakfeløgini umhugsa ein fakfelagsbanka, nú teirra limir skulu rinda meira.

Ein forðing fyri vøkstri er ovurhondsstóri tørvurin á arbeiðsmegi, sum flest allar vinnugreinar síggja. Vit fara at gera tað smidligari at fáa arbeiðsmegi uttanífrá, nú okkum vantar fólk á so nógvum økjum.

Harra formaður!

Tað er vælferðin, sum veitir okkum trivnað og tryggleika.

Við hesum í huga havi eg sett eitt Vakstrarforum, ið skal eyðmerkja mest uppløgdu vakstrarøkini og soleiðis styrkja vælferðina og trivnaðin. Vakstrarforumið skal vísa á, hvørjar førleikar vit kunnu gagnnýta í kappingini við onnur, og higartil eru fimm øki eyðmerkt.

Tað fyrsta er havið. Vit kunnu útvega milliónum heilsugóðan mat, samstundis, sum vit vaksa.

Fyri tað annað eiga vit at leggja størri dent á kunningar- og samskiftistøkni.

Eitt triðja vakstrarøki eru maritimar tænastur.

Fjórða økið er ferðavinnan.

Fimta økið er tilfeingið. Her hugsa vit helst fyrst um stertar. Men týdningarmesta tilfeingið eru gløggu høvdini og royndu hendurnar. Tí eru eisini útbúgving og arbeiðsmarknaður uppløgd vakstrarøki.

Yvirskipað skulu vit fáa greiðu á, hvat vit duga best, og hvussu vit vinna kappingina við onnur. Vit hava longu greiðar fyrimunir. Tí vit eru væl útbúgvin, arbeiðssom og skapandi. Og vit hava stórt álit hvør á øðrum.

Vit hava eisini stórt álit á vinnuni.

Alivinnan finnur støðugt nýggjar vakstrarvegir. Vit vilja geva henni fleiri møguleikar við at ala á landi og til havs. Í løtuni verður arbeitt við at finna best skikkaða havøkið eystan fyri Føroyar.

Umstøðurnar at ala tara eru somuleiðis í heimsflokki, og fyrstu loyvini til vinnuliga taraaling vórðu latin í fjør.

Tarin veksur skjótt og er av bestu dygd í okkara reina sjógvi.

Reini sjógvurin gevur okkum eisini fyrstafloks fisk. Men skal fiskivinnan vaksa, krevjast tryggir og støðugir karmar. Tað hevur hon nú. Tí síggja vit stórar íløgur í framkomin skip, ið gera høvuðsvinnuna burðardyggari.

Leisturin fyri veiðigjald er lagdur, ið leggur upp fyri sveiggjum í fiskaprísi og fiskiskapi.

Eisini er skattur settur á veiðuloyvi, ið verða endaliga seld. Tað skal loysa seg at vera í vinnuni, og selur tú teg úr vinnuni, kemur vinningurin samfelagnum til góðar.

Men veiðuloyvini eru einsamøll ikki trygd fyri fiskiskapi. Hjá heimaflotanum hevur fiskiskapurin verið lakur í langa tíð. Vit royna stútt og støðugt at útvega heimaflotanum fleiri rættindi.

Í løtuni er eingin avtala um rættindini til makrelin. Brexit ger samráðingarnar truplari. Føroyar og Noreg hava ásett sína egnu makrelkvotu í ár, men eg vóni, at strandarlondini finna eina breiða semju sum skjótast, tí vit skulu hava burðardygga veiðu í øllum liðum.

Harra formaður!

Í einum veiðisamfelag sum okkara hevur kunnleiki um veðrið altíð havt stóran og mangan lívbjargandi týdning.

Í mong ár hava vit litið á veðurtænastur í grannalondunum. Nú er føroyska veðurtænastan farin til verka, og tað fer at geva okkum neyvari forsagnir.

Veðurvánirnar skulu miðlast betur, og veðurtænastan skal gera tað møguligt at samstarva um altjóða veðurlagsgransking.

Samstarv gagnar eisini útflutninginum, og nú vilja vit hava fríhandilssáttmálar við eitt nú Kina, Russland, Japan og Suðurkorea.

Vit eru í løtuni í holt við at styrkja munandi um okkara samstarv við ES. Hetta fer bæði at bøta um handilsviðurskiftini og styrkja samstarvið á øðrum økjum.

Fyri nøkrum døgum síðani sendi eg Ursulu von der Leyen, ES-nevndarforsetanum, okkara uppskot, og eg vænti, at vit skjótt koma á mál.

Samstarvið við USA verður eisini styrkt – bæði í sambandi við vinnu, gransking, útbúgving og mentan. Vit menna samstarvið í sátt og semju.

Semja má eisini finnast ímillum ferðavinnu og landbúnað her heima.

Ógreiða støðan, sum valdar í løtuni, tænir ikki Føroya umdømi uttanlands – og skapar ósemjur innanlands.

Neyðugt er tí við nýggjari lóg, sum bæði hevur atlit at landbúnaði og lokalum vinnumøguleikum, men eisini tryggjar ferðavinnuni menningarmøguleikar.

Harra formaður!

Tá ið vit tosa um vøkstur, er neyvan nakað, sum hevur størri týdning, enn at økja grønu orkuna. Vit hava orðað uppskot til nýggjan orku- og veðurlagspolitikk, sum við 25 ítøkiligum átøkum skal tálma oljunýtsluni.

Tað skulu stór tøk takast í orkuframleiðsluni, og her skulu fleiri til at bera byrðarnar. Tað krevst tó fult gjøgnumskygni, skulu vit tryggja neyðugu kappingina og menningina á orkuøkinum. Í løtuni arbeiða vit saman við SEV um at finna bestu loysnina. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og vit leggja nýggja lóg fyri Tingið í heyst.

Harra formaður!

Róðrarkempan úr Miðvági, Sverri Sandberg Nielsen, hevur ongantíð dult fyri, at málið var eitt heiðursmerki.

Men sama hvussu líður eftir, hevur hann longu verið okkum ein fyrimynd. Við at droyma stórt og umseta dreymin til ítøkiligt mál. At arbeiða hart og ongantíð taka eyguni av málinum. At trúgva á egin evni og síggja seg líka góðan sum kappingarneytarnir.

Í lýsingini um hann falla orðini soleiðis:

»Skotið er latið, og fyrsta takið er tikið.

Nú ræður um at spenna fót í bekk, tí nú telur hvørt einasta tak.

At gera dreym til veruleika og verða heimsins besti rógvari.«

Sama kundi verið sagt um føroyska samfelagið, nú vit – eftir at hava andøvt í hálvtannað ár – aftur spenna føtur í bekk og seta á.

Latum okkum finna góða áralagið, gera dreym til veruleika og skapa eitt samfelag í serflokki við trivnaði, tryggleika og burðardyggum vøkstri sum stavnhaldi.

Góða ólavsøku, øll somul!

Gud signi Føroyar.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Øll frágreiðingin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo