Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Løgmaður hevur eftir tilmæli frá Landsbanka Føroya, Búskaparráðnum og Fíggjarmálaráðnum, valt nýggjar limir í Føroya Váðaráð. Limirnir verða valdir fyri eitt 4 ára skeið.

Føroya Váðaráð hevur sum uppgávu at eyðmerkja og hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum.

Váðaráðið er skipað við 5 limum og 5 varalimum.

Eftir tilmæli frá Landsbanka Føroya:
Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum (føddur formaður)
Varalimur: Ester Hansen, ráðgevi í Landsbankanum
Torben Magnus Andersen, professari, Århus Universitet
Varalimur: Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

Eftir tilmæli frá Búskaparráðnum:
Björn Rúnar Guðmundsson, skrivstovustjóri á Hagstofu Íslands. Er limur í Váðaráðnum.
Varalimur: Herit Albinus, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya

Eftir tilmæli frá Fíggjarmálaráðnum:
Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum. Er limur í Váðaráðnum
Varalimur: Gudmundur Effersøe Nónstein, ráðgevi á Tryggingareftirlitinum
Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum
Varalimur: Pól Egholm, deildarstjóri í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum

Les meira um Føroya Váðaráð her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo