Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bárður Nielsen, løgmaður, kom inn á trupulleikan við ov fáum starvsfólkum innan røktar- og heilsuøkið, og hann segði seg hava eitt boð uppá, hvussu hjálpast kann uppá tørvin í árunum sum koma.

- Eg fari í dag at koma við einum sosial-liberalum boði uppá, hvussu hetta kann gerast, segði løgmaður í síni formansrøðu.

- Mítt boð er, at vit innføra ein heilsu- og røktarfrádrátt. Hesin frádrátturin skal geva starvsfólkunum innan geiran ta virðing, tey hava uppiborið, og eggja teimum, at halda áfram at starvast innan økið, umframt at nýggir starvsfelagir leggjast afturat. Eisini kann umhugsast, at ein umskipan av Heilsuskúlanum, við fjarlestri og brúk av tøkniligum møguleikum. Hetta styrkir samstundis um fakleikan hjá starvsfólkahópinum innan eldra- og røktargeiran. Nýhugsan innan økið er neyðugt, so vit framhaldandi kunnu varðveita okkara vælferðarstøði.

Løgmaður kom ikki nærri inn á, hvussu ein slíkur frádráttur skal fremjast í verki, og hvussu stórur hann skal vera.

Til ber at lesa alla formansfrágreiðingina hjá Bárði á Steig Nielsen til landsfundin hjá Sambandsflokkinum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo