Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri fáum árum síðan var sýslumaðurin hægsti løgreglumyndugleiki á staðnum, tá ið grind varð dripin, men tann skipanin er ikki til longur. Sýslumaðurin hevur ikki aðra heimild enn hana, sum er skilað til í grindalógini og í grindareglugerðini.

Tíverri hava fremmand fólk í fleiri førum seinastu tíðina gjørt seg inn á grindamenn og órógvað drápið, uttan at nakar hevur forðað teimum í tí.

Nú skal eg ikki reksa bæði grindalóg ella grindareglugerð upp her, tað verður ov drúgvt, men hvussu ber tað til, at løgreglan er ikki til staðar fyri at syrgja fyri, at drápið fer rætt og friðarliga fram?

Fleiri ferðir verður í grindalógini víst á, at ”løgreglan” hevur sum uppgávu:

- at verja fyri, at forðingar verða lagdar fyri grindadrápið, §10, stk.1,

- at hon kann fremja inntriv mótvegis tí ella teimum persónum, sum vilja órógva grindadrápið, § 10, stk 2,

og eg kundi hildið á við fleiri lógargreinum, har ið neyðugt og allarhelst eisini kravt er, at løgreglan er á staðnum, tá ið grind verður hildin til.

Fremmand fólk við tí fyri eyga at órógva drápið og at øsa grindamenn og onnur, sleppa frítt at gera beint ímóti tí, ið samtykt er á og av Føroya løgtingi.

Mín spurningur er stílaður til hægsta løgreglumyndugleika í Føroyum og ljóðar:

Hvussu ber tað til, at einki umboð fyri løgregluna er á staðnum, tá ið grind verður hildin til, hóast føroysk lóggáva týðiliga vísir á, at løgreglan hevur ávísar uppgávur í sambandi við drápið?

Vónandi og væntandi fáa vit svar skjótt, tí hetta óskilið má steðgast, ongantíð ov skjótt!

Virðingarmest,

Hans J. Hermansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo