Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyingar eru fyrimyndarligir í hesum døgum, frættist av løgreglustøðini í Havn.

- Náttarlívið lat aftur tíðliga, og í heila tikið vóru sera fá fólk úti, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, tá VP fregnast.

Sama varð sagt í gjár, og helst eru tað tilmælini, eftir at óvanliga nógvir tilburðir av korona hava verið í seinastuni, sum gera mun. Tilmælini vórðu herd stutt undan vikuskiftinum, og mælt varð millum annað til at halda seg burtur úr stórum samkomum hesa næstu vikuna.

Í Eysturoyartunlinum var eitt ferðsluátak seint í gjárkvøldið, men eisini har vísti tað seg, at øll bóru seg fyrimyndarliga at, og ongin varð skrivaður fyri nakað lógarbrot.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo