Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er meiningsleyst.

Øll sum hava kunnleika til støðuna á arbeiðsmarknaðinum vita, at hetta verkfallið ikki kann føra til nakað sum helst.

Fíggjarmálaráðið hevur góðtikið eitt semingsuppskot, sum svarar til ta lønarhækking, sum hini feløgini hava fingið.

Tað er ómøguligt hjá Fíggjarmálaráðnum at slaka í hesum føri, eisini tí sjúkrarøktarfrøðingar seinastu árini longu hava fingið hægri lønarhækking enn øll hini á almena arbeiðsmarknaðinum.

Okkara samfelag hevur seinasta hálva árið fyri tað mesta verið í eini undantaksstøðu.

Koronafarsóttin hevur rakt okkara sjúkrahúsverk sera meint, og sjúklingarnir hava merkt sviðan av hesum.

Viðgerðir eru útsettar og tað er trupult hjá sjúkrahúsverkinum at fáa vanliga gerandisdagin at virka aftur.

Tí er verkfallið steinur omaná byrðu.

Sjúkrahúsverkið og tey sum tørva viðgerð kunna ikki bíða longur.

Tað kann eisini henda, at korona aftur fer at gera um seg, og tí er neyðugt, at okkara sjúkahúsverk hevur fulla manning, og at øll tilbúgvingin er klár.

Hetta verkfallið ber snøgt sagt ikki til.

Verkfallið má tí steðgast áðrenn skaðin gerst uppaftur størri.

Sjúkrahússtjórin hevur sagt við miðlar, at støðan longu nú er farin út um tað ráðiliga.

Løgtingið kann bert leggja seg út í eina lønartrætu á arbeiðsmarknaðinum undir heilt serligum umstøðum.

Men støðan í løtuni er heilt serlig, og tí eigur Løgtingið beinanvegin at loysa ósemjuna, soleiðis at semingsuppskotið verður gjørt til løgtingslóg, sum steðgar hesum verkfallinum.

Eg skal ikki gera meg til dómara yvir um lønarstøðið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er tað rætta.

Men hesin spurningur má viðgerast og loysast uttan at hótta trygdina hjá okkara borgarum í teirri akuttu støðu, sum vit øll eru komin í av teirri farsótt, sum veruliga er farin at gera um seg kring allan heim.

Christian Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo