Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað var í sendingini Breddin í Útvarpinum at Sólja í Ólavsstovu, sum á nýggjárinum fer frá sum Løgtingsins Umboðsmaður, segði, at tann sum rópar harðast hevur fyrimun og oftani vinnur, tá tað snýr seg um at sleppa framat almennum tilboðum sum ellisheimi, røktarheimi og barnagarðsplássum.

Hon segði, at tað serliga kom til sjóndar har sum fólk bíðaðu eftir at sleppa inn á røktarheim.

- Bíðilistarnir verða ikki fylgdir. Tann sum rópar harðast ella er meira ágangandi fær eitt røktarheimspláss. Tey sum eru meira tigandi, tey bíða. Tað er sama skili við sambýlum, segði Sólja í Ólavsstovu, sum samstunds eftirlýsti opinleika og at vit tosa meira um rættartrygd í Føroyum.

- Tann sum rópar harðast, hann fær tað, sum hann vil hava. Tí tørvurin er so stórur, og tað er so avmarkað, hvat er av plássum. So tey sum ikki gera vart við seg, tey fáa heldur onki, segði Sólja í Ólavsstovu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo