Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

(mynd: egin/fb)

(mynd: egin/fb)

- Vit eru sera hørm um, at støðan bleiv sum hon bleiv, og vóna at vit øll koma væl fyri okkum.

Soleiðis skrivar Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin í eini facebookdagføring.

Hann og konan, Rebekka, gingu saman í hjúnarband 30. oktober, men í brúdleypinum var ein óboðin gestur - smittan. Fleiri blivu smittað, teirra millum brúðarparið sjálvt.

Steffan skrivar, at onkur hevur biðið hann greiða frá, um tey sum ókoppsett eru farin í sóttarhald. Tí søgu ganga um, at tey eru farin av landinum á brúðarferð.

Men tað eru tey ikki, greiðir hann frá. Brúðarferðin var í Havn, men knappliga kendu tey seg ikki væl til passar, og gjørdu av at lata seg kanna. Tað vísti seg, at tey vóru smittað, og tí hava tey "ligið í sóttarhaldi í nakrar dagar," sum løgtingsmaðurin skrivar.

- Vit í Miðflokkinum vera áhaldandi ákærd fyri at vera ímóti at fólk koppseta seg. Hetta passar á ongan hátt. Eg havi persónliga mítt skepsis fyri koppsetingini og havi úttrykt hetta við at vísa á, at hon ikki er fullkomin. Eg virði tó fult og heilt persónliga valið um at lata seg koppseta ella ikki. Í familjuni, í vinaskaranum, í samkomuni og í Miðflokkinum eru bæði koppsett og ókoppsett og vit finna øll væl útav tí saman. Vit føroyingar eiga at tola eitt breitt orðaskiftið um koppsetingina, skrivar Steffan Klein Poulsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo