Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lat meg byrja við at siga, at hetta hevur einki við sáttmálasamráðingarnar, ið fara fram millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið at gera. Men nøkur fakta um løn og manglandi starvsfólk á eldraøkinum.

Limir hjá Heilsurøktarafelagnum arbeiða undir somu treytum sum heilsuhjálparar gera og á somu arbeiðsplássum.

Í mai 2021 vísir Búskaparáðið á, at ein miðalinntøka hjá einum heilsurøktara er 19.281 kr fyri kvinnur og 24.025 kr fyri menn. Hesin munurin kemst av, at ein maður so at siga altíð fær ein hægri setanarbrøk enn ein kvinna. Ein onnur orsøk til hetta er, at nógvir av okkara limum arbeiða niðursetta tíð, og ikki eina 40 tíma viku um tey ynskja tað.

Endalønin hjá einum heilsurøktara er í dag 29.724,87+ eftirløn á 15,8%, og tá skalt tú hava verið í samanhangandi arbeiði sum heilsurøktari í heili 14 ár fyri at koma uppá endalønina.

Umleið 25% av okkara limum arbeiða ein brøk á 0,50. Umleið 25% arbeiða ein brøk millum 0,50 og 0,75 og umleið 40% arbeiða ein brøk millum 0,75 og 1,00.

Sostatt arbeiðir stórur partur av okkara limum niðursetta tíð og lønin liggur av tí sama langt undir miðal lønina í landinum.

Sum omanfyri nevndu feløg siga, er Heilsurøktarafelagið samt við teimum um starvsfólkatørvin á eldraøkinum. Møguliga skuldi KAF fari at hugsa um, hví starvsfólkini rýma av økinum. Jú, tað er fyrst og fremst tí at lønin er ov lág, og tí normeringin ikki samsvarar við arbeiðsbyrðuna saman við skiftandi arbeiðstíðum, og tí er tað ikki so áhugavert at arbeiða innan eldraøki.

Heilsurøktarafelagið er ikki heilt samt við KAF, tí vit meta, at ein lønarhækking er avgjørt tað fyrsta stigið at taka.

Og hugsa vit um korona, so hava øll røktarstarvsfólk í landinum í næstan tvey ár tikið eitt eyka tak.

Hvar er virðingin og lønin fyri tað?

Bingerð H. Fosságil,
forkvinna, Heilsurøktarafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo