Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár, Dýra Biðidag, tóktust føroyingar at vera komnir í sannan veitsluhýr. Í tveir mánaðar hevur

Vesturheimurin ligið í dvala og við honum lítla samfelagið Føroyar úti í Norðatlantshavi.

Nú fagna føroyingar sær sjálvum, tí endiliga eru teir “smittufríðir” verður sagt í bæði fjølmiðlum og á sosialum miðlum.

Útsøgnin, sum eyðkennir fagnaðin, tykist at benda á, at smittan er horvin og ikki kemur aftur, men tað er ikki nakað, vit kunnu vita.

Vandin er ikki av í Føroyum bert tí, ongin í løtuni er skrásettur sum sjúkur. Vandin er ikki av bert tí smittuketurnar í norðanlondum spakuliga brotna og eru horvnar summastaðni.

Útsøgnin liggur á eggini millum satt og falskt, tí hóast útsøgnin í løtuni er sonn, kann hon broytast, áðrenn vit vita av.

Útsøgnin er bert ein løtumynd, men hon tykist at vera søgd, sum var hon ein varandi mynd um, at smittuvandin nú er av. Tað er ikki rætt, og tað vita vit.

Satt er, at landstýrið, løgtingið og avvarðandi myndugleikar hava stýrt væl og vitliga, og at tey flestu hava fylgt tilmælum og viðmælum gjølla.

Allir føroyingar kunnu sigast at hava tikið lut í felags verkætlan, sum er at forða koronasmittuni í at breiða seg, men fagnaðurin kann skjótt gerast stokkutur, tí enn hevur onki prógvað, at vandin er av og koronasmittan ikki kann koma afturíaftur.

So seint sum fyrradagin frættist, at heimsheilsustovnurin WHO enn boðar frá, at tað enn ikki er ráðiligt at samfeløgini lata upp aftur.

Tað tykjast føroyingar ikki at taka fyri fult, og byrja nú spakuliga vanligt vinnuligt virksemi aftur innanoyggja, sum tað meir ella minni var, áðrenn koronasmittan kom til landið.

Sostatt er samfelagið aftur í sama vanda, sum tað var at byrja við.

Hóast tað ikki er nógv ferðsla úr útheiminum til Føroya, krevst ikki meir enn ein einstakur útifrákomandi persónur (føroyingur ella útlendingur), ið ikki veit seg vera sjúkan, til at seta gongd í nýggjar smittuketur við tí úrsliti, at alt virksemi aftur má niðurleggjast og ellisheim, eldri fólk eins og veik og sjúk fólk aftur mugu avbyrgjast.

Hervið ikki sagt, at samfelagið ikki skal latast upp aftur.

Tað tykist vera ráðiligt, so leingi tilmælini um sóttarhald og ráðini um frástøðu og líknandi verða fylgd, men talan um, at Føroyar eru “smittufríðar” má ikki forvekslast við ein endaligan sigur á smittuni, tí enn ger hon um seg í útheiminum.

Var talan um kríggj, vita vit, at vend kann koma í nær sum helst.

Hervið heldur ikki sagt, at lógarkravt sóttarhald av føroyingum og útlendingum í arbeiðsørindum heldur smittuvandanum uttanfyri landoddarnar, hóast propagandandalíknandi útsøgnir millum fólk og politikarar hava verið frammi um tað.

Tað einasta vit kunnu siga um smittuvandan er, at hann í løtuni er lítil á okkara leiðum, og at tamarhald er á honum, men vit kunnu ikki kalla okkum smittufrí soleiðis skilt, at vit kunnu kenna okkum sum sigursharrar so leingi, smittuvandin enn er ein møguleiki.

Vit vunnu kanska ein dal ella eina fløtu, sum vit kunnu vóna at varðveita, men enn er koronakríggið ikki av.

Ólavur Eysturdal

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo