Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað mesta av almenna kjakinum um loftferðslu í Ríkisfelagsskapinum snýr seg um stóru leikararnar Københavns Lufthavn og SAS. Samstundis liggur ein stórur partur av dynamikkinum og menningini í loftferðsluni uttanfyri danska høvuðsstaðin.

Loftferðsla skapar arbeiðspláss allastaðni har hon er, um tað er í Aalborg, Kastrup, Vágum ella Ilulissat, og hevur stóran fíggjarligan týdning fyri familjur, fyritøkur og staðbundnu almennu myndugleikarnar.

Fyri Føroyar og Grønland, sum eisini verða stýrd við danskari lóggávu, hevur loftferðsla uppaftur størri týdning. Hjá okkum er loftferðsla ein lívæðr út í heim og ein neyðug fortreyt fyri tilveruni í útjaðaranum í Evropa. Og sambært frágreiðingini, sum Tjóðveldi á fólkatingi hevur fingið gjørt um loftferðslu í Føroyum, er flogvinnan grundarlag undir umleið 465 fulltíðarstørvum og ein týðandi táttur í búskapinum.

Tí hevur arbeiðið við at menna eina sameinda loftferðslupolitiska strategi eisini ovurstóran týdning fyri Føroyar, eins væl og okkara grannalond í útnorðuri.

Í loftferðsluhoyringini verður møguleiki at hoyra leiðandi fólk innan loftferðslu greiða frá loftferðslustrategi í bæði altjóða, regionalum og lokalum perspektivi.

Millum annað verða umboð fyri SAS, Atlantsflog og Air Greenland við til hoyringina. Eisini luttaka umboð fyri floghavnir og lokalar og regionalar loftferðslufelagsskapir. Harumframt verður kanningin um føroyska loftferðslu og búskaparliga fótasporið løgd fram.

Meira um hoyringina og skráin fyri hoyringina sæst á heimasíðu okkara www.magni.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo